Vælkomin til beinleiðis tekstafrásøgn frá seinnu FM-finaluni hjá kvinnum.
Fleyr vann fyrru finaluna 3-2 eftir tættan dyst. Vinna Fleyrkvinnurnar dystin í dag, eru tær Føroyameistarar. Vinnur SÍ, verður alt avgjørt við einum einasta settið í morgin, har spælt verður upp í 15.
Fleyr - SÍ 3-2
(23-25) (25-23) (25-23) (29-31) (15-11)
1. Sett
12-9 til Fleyr
Eftir javna byrjan hevur Fleyr fingið um endan
13-13
SÍ kemur aftur eftir time-out
14-15
Maria Sarita Lorentzen slær framvið blokkinum hjá Fleyr
16-16
Alt bendir á enn ein tættan dyst miðskeiðis í fyrsta setti. Góðar móttøkur báðu megin.
17-18
Servuvilla fá Fleyr
18-18
Lumpisligur skrúvandi bóltur endar í SÍ-gólvinum
20-22
Drúgvur bóltur við nógvum góðum móttøkum endar við einari misskiljing hjá Fleyr og so er SÍ á odda við tveimum
21-22
Fleyr svarar aftur eftir time-out
21-23
Bólturin vil ikki yvirum netið og lendir Fleyr-meðin
22-23
Umvend støða nú. SÍ sendir bóltin í netið
22-24
Settbóltur til SÍ
23-24
Fleyr leggur stórt trýst og finnur pláss til bóltin á SÍ-gólvinum
23-25
SÍ tekur fyrsta sett eftir ov langa servu frá Fleyr!
2. Sett
3-3
Dysturin er framvegis púra javnur
7-4 til Fleyr
Súsanna Ludvig dominerar á miðjuni nú
9-5 til Fleyr
Tær bláu eru greitt oman á í løtuni
11-5
Bára Holm Jacobsen blokkar í gólvið hinumegin. SÍ er í trupulleikum í løtuni
14-6
Anja S. Danielsen við servuessið
16-6
SÍ stríðist fyri drúgvum bólti, men at enda fer bólturin í gólvið. Uppgávan tykist ógjørlig hjá SÍ
16-9
SÍ kemur í gongd nú. millum annað við servuessið.
19-9
Fleyr setur seg á alt aftur. Settið tykist avgjørt
19-12
Janna Falkvard servar væl. Fleyr tekur time-out fyri at fáa tamarhald aftur
19-14
Stórt mistak frá Fleyr. Kann SÍ gera tað ógjørliga?
19-15
Tað nærkast! Fleyr tekur enn eitt time-out.
20-15
Janna Falkvard hevur servað seks ferðir, men nú fer hann í netið
20-16
Vár Rajani Færø kemur inn av bonkinum og servar í netið
20-17
Fleyrgenturnar eru eitt sindur ørkymlaðar nú
20-18
Nú er spenningur av álvara í aftur!
20-19
SÍ er í ferð við at gera eitt risastórt comeback!
Fleyr skiftir tveir leikarar
21-19
So fær Fleyr loksins stig! SÍ blokkar út av vøllinum
22-19
Nú fær Fleyr fatur aftur
23-19
Nú ger SÍ mistøkini
23-20
Men Fleyr servar í netið
24-20
So er settbóltur til Fleyr!
24-21
SÍ verjur fyri í fyrstu atløgu
24-22
Góður blokkur frá SÍ
24-23
Fleyr blokkar út av vøllinum!
25-23
Anja S. Danielsen sleppur upp og slær sannførandi bóltin í móttøkuna og út
3. sett
8-4 til Fleyr, ið hevur verið omaná í hesum settinum
9-7
Dystinum so líkt, so minkar SÍ aftur um munin. Fleyr tekur time-out
9-9
SÍ heldur fram! Fyrst ein uppstillingsvilla frá Fleyr, og so fær Fleyr ikki tamarhald á bóltinum
13-10
Og so svarar Fleyr aftur! Drúgv støða, har Fleyr varðveitir trýstið. SÍ tekur time-out
15-10
Tað liggur til Fleyr nú
15-12
Men SÍ svarar aftur og sendir truplar bóltar á Fleyrhálvuna
16-14
Fleyr sendir bóltin ov langt
16-15
Servuess. Fleyrkvinnurnar fara burtur frá bóltinum, men hann er inni
18-15
Aftur dregur Fleyr frá.
19-15
Stórt trýst frá Fleyr nú. Anja S. Danielsen smashar
20-17
SÍ svarar aftur tvær ferðir, men nú fær Anja S. Danielsen røttu bóltarnar
20-19
SÍ hevur betri hug at lobba og sníkja bóltarnar fram við - tað eydnast
20-20
Aftur hevur SÍ strítt seg aftur á javnt. Fleyr letur bóltin fara, men hann er væl innanfyri. SÍ revsa ivamálunum hjá Fleyr
21-20
Anja S. Danielsen er aftur á avgerandi á vinstra kanti
21-21
Men nú slær Fleyrkanturin bóltin ov langt. Allar støður enda yviri í vinstru hjá Fleyr í løtuni
22-21
Men nú hevur Anja S. Danielsen flutt seg yvir í høgru og heldur ikki her fær SÍ tikið ímóti grótharða slagnum
23-21
Fleyrtrýstið gevur aftur úrslit. SÍ fær ikki tamarhald á bóltinum
24-21
Settbóltur til Fleyr, ið hesaferð brúka snildi at fáa bóltin yvirum
24-23
Men SÍ VIL ikki leggja seg í hesum dystinum. Triðji settbóltur til Fleyr
25-23
Men so ger SÍ servuvillu. Enn einaferð 25-23 og 2-1 til Fleyr, ið nú er eitt sett frá gullinum
4. Sett
2-4 til SÍ, ið hevur eydnast við at senda nakrar lumpisligar bóltar í gólvið
5-5
Kantarnir hjá Fleyr fáa fatur og nú kemur eitt servuess
7-5
Nú ivast SÍ og Fleyr revsar
8-5
SÍ kiksar eina móttøku - SÍ tekur time-out
8-8
Sjálvandi - hugsa áskoðararnir - javnar SÍ aftur
10-8
Og so koppar tað hinvegin aftur. Her rullar í bæði borð, men oftari ímóti Fleyr
10-10
Og so er slætt aftur. Annika Niclasen við sannførandi slagi
10-11
Og so verður bólturin lobbaður út um SÍ-gólvið
11-12
Fleyr ger eitt mistak
14-12
Men tær bláu reisa seg aftur, og svara skjótt aftur fleiri ferðir
14-14
Og so er javnt aftur. Eitt sindur tilvardarligt og ivandi spæl hjá Fleyr
14-16
Og Fleyr fær yvirhøvur ikki tamarhald á bóltunum í løtuni
15-16
Men nú sita verður tikið ímóti hjá Fleyr og Fleyr setur SÍ undir trýst.
15-17
Og so fer Fleyrservan útav
17-18
Nógvar góðar móttøkur báðumegin, men so endar bólturin í SÍ gólvinum
18-19
Góður flogbóltur í løtuni frá báðum liðum
19-19
So var javnt aftur!
Anja S. Danielsen smashar
20-19
Tað er Fleyrkanturin, ið aftur gerst avgerandi
20-20
Fleyr servar í netið
21-20
Aftur eitt Fleyrsmash
22-20
Sissal Ellefsdóttir kemur høgt upp og slær framvið blokkinum, men akkurát útum vøllin eisini
22-21
Annika Niclasen við góðum slagið
23-21
Bjørk Nolsøe Isaksen setur bóltin í SÍ-gólvið
24-21
So er Fm Bóltur!
24-22
SÌ verjur fyri í fyrstu atløgu
24-23
Og í aðru atløgu - Fleyrmistak - Fleyr tekur timeout
24-24
Her ríður um snarið!
25-24
25-25!
25-26 til SÍ!
So er settbóltur til SÍ!
26-26
Bólturin fer ímillm blokkin
27-26
So er aftur FM-bóltur
27-27
SÍ servar aftur!
28-27 til Fleyr!
28-28!
Nú snýr tað seg um at vera drúgvast
29-28
Aftur FM-bóltur!
29-29
SÍ vísir ófatuligan stríðsvilvja!
29-30
Annika Niclasen gevur SÍ settbólt
29-31!
SÍ varðveitir vónina!
Bólturin endar umvegis blokkin í Fleyrgólvinum!
5. sett
6-2 til Fleyr
Fleyr hevur verið omaná frá byrjan og stevnir ímóti teimum 15 avgerandi stigunum.
Tær ætla sær at seta alt upp á pláss nú
7-3
Fleyr leggur alt trýstið á nú
8-3
Nú verður skift síða. Hava SÍ orkuna til enn eitt comeback?
9-3
Anja S. Danielsen leggur ov góðar servur nú
10-3
Fleyr tevjar av álvara gullið
10-4
So svarar SÍ aftur! Er tað ov seint?
11-4
SÍ ger servuvillu. Tað er ikki ráð til nú. Fleyr er púrasta omaná, men nú tekur SÍ time-out
12-4
Fleyr hevur ikki SÍ nakran møguleika. Fult tamarhald
12-6
SÍ svarar tvær ferðir
13-6
Fleyrsløgini eru ov hørð fyri SÍ
14-6
FM-Bóltur!
Fleyrblokkurin er framúr
15-11
SÍ verjur matchbóltin seks ferðir, men nú er Fleyr Føroyameistari!