Leygardagin fara KÍ og Víkingur at spæla steypafinalu í Gundadali. Felags fyri hesi bæði er, at tey kappast um FM heitið, og at tey í dag áttu heimavøll ímóti ávikavíst TB og Skála, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
Felags fyri KÍ og Víking var eisini í dag, at hesi bæði liðini vunnu 4-0.
Í Sarpugerði skoraði Sølvi Vatnhamar hattrikk, meðan Andreas Lava Olsen skoraði fyrsta málið.
Í Klaksvík gekk tað fyrstu løtuna eitt sindur striltið hjá KÍ, sum tó hevði bóltin væl meiri. So tók Súni Olsen søkina í egnar hendur. Hann heilfluktaði úr 23 metrum til 1-0, og so pløkkaði hann bóltin upp í málhornið við beinleiðis frísparki úr seytjan metrum. Eftir steðgin øktu Páll A. Klettskarð og innskifti Niels Pauli Danielsen, so talan varð um stórsigur.
Í Runavík endaði tað málleyst millum NSÍ og HB. Harvið dragnaði tað millum NSÍ og Víking, sum er á silvurplássinum.
Í Gundadali vann B36 4-1 á ÍF. Harvið styrkti B36 um sína støðu á týdningarmikla fjórða plássinum - tað eru nú trý stig aftur til HB og fimm stig fram til NSÍ á bronsuplássinum.
Fimti dysturin - tann millum AB og B68 - verður á Argjum klokkan 17.15
Tað ber til at fylgja við gongdini á Argjum her
Leinkjan til Livescore er: www.in.fo/matches
Í dag
KÍ-TB 4-0
Víkingur-Skála 4-0
NSÍ-HB 0-0
B36-ÍF 4-1
AB-B68 kl. 17.15
KÍ 50
Víkingur 46
NSÍ 43
B36 38
HB 35
ÍF 25
TB 20
Skála 17
AB 9
B68 7
22. umfar
Sunnudagin 11. september
ÍF-AB
NSÍ-KÍ
Skála-B36
HB-Víkingur
TB-B68
---
Fyrsta bríksl var klokkan 15 í fýra dystum í Effo-deildini.
Eftir fyrra hálvleik eru tað tey bæði toppliðini - KÍ og Víkingur - sum eru tey einastu, ið hava skorað. KÍ tvær ferðir á heimavølli ímóti TB. Í báðum førum var tað veteranurin Súni Olsen, sum skoraði ímóti TB. Í Sarpugerði hava Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar skorað fyri Víking ímóti Skála.
Bæði í Gundadali, har B36 hevur vitjan av ÍF, og í Runavík, har NSÍ hevur vitjan av HB, er tað eftir fyrra hálvleiki málleyst.
-
Fult umfar er í Effo-deildini í dag. Dystirnir eru NSÍ-HB, B36-ÍF, KÍ-TB, Víkingur-Skála og AB-B68. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Fýra teir fyrstu dystirnir byrja klokkan 15.00, meðan dysturin millum AB og B68 byrjar klokkan 17.15.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Effo-deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá trimum dystum í dag. NSÍ-HB og B36-ÍF klokkan 15, og AB-B68 klokkan 17.15. Fylgt verður eisini við hinum dystunum. Aftaná verður 3. Hálvleikur við samrøðum og samanumtøkum
Her á in.fo koma sjónbandamyndir og myndir frá dystunum í dag. Samandráttur verður frá dystinum við Løkin millum NSÍ-HB.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum við Løkin millum NSÍ og HB.
NSÍ-HB: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER”
Effo-deildin 21. umfar:
NSÍ - HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
B36 - ÍF (15.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ - TB (15.00)
Víkingur - Skála (15.00)
AB - B68 (17.15) Beinleiðis á Rás2










