Tríggir dystir í 18. umfari í landskappingini 2018 eru í dag. Dystirnir eru 07 Vestur-AB, NSÍ-Suðringar og Skála-Víkingur. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Tveir dystir byrja klokkan 15, meðan 07 Vestur og AB byrjar klokkan 16.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Betri deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
FM1 á staðnum
FM1 sigur frá tveimum dystum í dag. Á Dungasandi millum 07 Vestur og AB, og við Løkin millum NSÍ og Suðringar.
Her á in.fo koma samanumtøka, samrøður og myndir frá dystunum í dag.
18. umfar Betri deildin menn
Sunnudagin:
07 Vestur-AB (Klokkan 16.00) Beinleiðis á FM1
NSÍ-Suðringar (Klokkan 15.00) Beinleiðis á FM1
Skála-Víkingur (Klokkan 15.00)
Spældu fríggjadagin:
KÍ-HB 0-1
B36-EB/Streymur 2-2