11. umfar í landskappingini 2017 er í dag. Dystirnir eru B36-Víkingur, ÍF-TB/FCS/Royn, EB/Streymur-NSÍ og 07 Vestur-HB. Fimti dysturin var í gjár millum Skála og KÍ. Klaksvíkingar vunnu 2-1. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Dystir byrja klokkan 15, 16 og klokkan 17.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Effo-deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag. Í Gundadali millum B36 og Víking og í Sørvági millum 07 Vestur og HB. Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 15, meðan dysturin í Sørvági byrjar klokkan 17.
Her á in.fo koma sjónbandamyndir, samrøður og myndir frá dystunum í dag. Samandráttur verður millum annað frá dystinum millum B36 og Víking.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum í Gundadali millum B36 og Víking.
B36-Víkingur: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER”
11. umfar:
Í dag:
B36 – Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2
ÍF – TB/FCS/Royn (15.00)
EB/Streymur – NSÍ (16.00)
07 Vestur – HB (17.00) Beinleiðis á Rás2
Í gjár:
Skála – KÍ 1-2