Beinleiðis: Føroyar mistu á stokkinum

U-21: Inntil tað restaði eitt korter, vóru Føroyar frammanfyri 1-0

 

Tað eru vónbrotnir føroyskir spælarar, sum í góðveðrinum eru á veg av vøllinum á Svangaskarði.

Inntil tað restaði eitt korter vóru Føroyar frammanfyri 1-0, og tá ið ein tími var farin, høvdu føroyingar risa møguleika at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki, og fram ímóti dystarenda vísti tað seg at kosta sigurin og eisini javnleikin.

 

Benjamin Heinesen legði Føroyar framum lítla løtu undan steðginum, tá ið hann lyfti bóltin upp um málverjan sum var uttarlaga staddur.

Føroyar høvdu risa møguleika at økja um leiðsluna, tá ið ein tími var farin. Eftir finskt horna verður bólturin spældur fram til Jákup Thomsen, sum yvir langan tein sneiddi framvið trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann eitt vet úr vinstru spældi til Adrian Justinussen, sum varr blankur í høgru. Hann legði yvirum aftur, men sendingin var ikki nóg neyv til Benjamin Heinesen, sum akkurát ikki rakk nóg væl fram til bóltin, og so endaði tað við málsparki.

 

Fyrra partin av seinna hálvleiki vísti føroyska liðið stórt sjálvsálit. Tá eydnaðist tað at vinna flestu nærdystirnar, og tað gekk ofta fyri seg á finsku hálvuni.

 

Sum tíðin leið, so var tað á føroysku hálvuni, at tað gekk fyri seg. Fleiri ferðir vóru spentar støður í føroyska brotsteiginum, og so skrædnaði tað.

 

Næsti dysturin hjá føroyska liðnum verður í Póllandi sætta september. 

 

Føroyar - Finnland 1-3 (1-0)

U-21 EM undankapping

Á Svangaskarði fríggjadagin 8. juni 2018 kl. 17.00

1-0: Benjamin Heinesen 45.

1-1: Benjamin Källman 78.

1-2: Benjamin Källman 83.

1-3: Lassi Lappalainen 92.

Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Tim Marshall, Richard Storey, David Anderson og Steven Gregg, sum er fjórði dómari.

Føroyar: Karstin Hansen, Skála – Ari Olsen, Skála, Bartal Wardum, HB, Ólavur Niclasen, HB, Jóannes K. Danielsen, KÍ – Betuel Hansen, NSÍ (Búi Egilsson, Suðringar, 85.) – Benjamin Heinesen, B36 (Salmundur Bech, Suðringar, 79.), Jóannes Bjartalíð, KÍ (Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur, 65.), Jákup B. Andreasen, KÍ, Adrian Justinussen, HB – Jákup Thomsen, FCM

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rssmussen, Víkingur, Petur Knudsen, NSÍ, Dan í Soylu, HB, Steinbjørn Olsen, KÍ

Gult kort: eingin

Venjari: Eli Hentze

Hjálparvenjari: Hegga Samuelsen

Finnland: Hugo Keto – Sako Savolainen, Leo Väisänen, Richard Jensen, Lassi  Järvenpää (Juho Pirttijoki, 66.)

 – Sebastian Dahlström, Santeri Hostikka (Ilmari Niskanen, 61.), Kaan Kairinen – Mikael Soisalo, Benjamin Källman, Lassi Lappalainen (Lauri Ala-Myllymäki, 92.)

Gult kort: Kaan Kairinen, Leo Väisänen  

Venjari: Juha Mailenen

 

LIÐUGT

1-3

92) 1-3

1-3: Lassi Lappalainen

 

90) 1-2

Fimm minuttir lagdir aftrat.

 

85) 1-2

Føroyar skifta út: Búi Egilsson avloysir Betuel Hansen.

 

79) 1-2

Føroyar skifta út: Salmundur Bech avloysir Benjamin Heinesen.

 

79) 1-2

1-2: Benjamin Källman

Eftir horna úr høgru verður bólturin stýrdur í málið úr stuttari fjarstøðu.

 

78) 1-1

1-1: Benjamin Källman

So gekk tað ikki meir. Eftir innlegg úr vinstru var miðframherjin fyrstur á og stýrdi bóltin við høvdinum í handara síðunetið.

 

76) 1-0

Finnlendingar leggja aftur og aftur innfyri úr høgru, og støðurnar eru spentar, uttan at talan hevur verið um upplagdar málmøguleikar.

 

73) 1-0

Finnlendingar eru alt annað enn nøgdir við støðuna. Teir spenna álopsbogan alt meiri, og tað ber eitt nú við sær, at Benjamin Heinesen í høgru og Adrian Justinussen í vinstru hjálpa alt meiri vongverjunum Ara Olsen og Jóannes K. Danielsen.

 

68) 1-0

Finnland hevur síðstu løtuna havt trý horna, uttan at tað hevur verið vandamikið.

 

65) 1-0

Føroyar skifta út: Høgni Egilstoft Nielsen avloysir Jóannes Bjartalíð.

 

60) 1-0

Føroyar hava risa møguleika at økja um leiðsluna. Eftir finskt horna verður bólturin spældur fram til Jákup Thomsen, sum yvir langan tein sneiðir framvið trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann eitt vet úr vinstru spælir Adrian Justinussen, sum er blankur í høgru. Hann leggur yvirum aftur, men sendingin er ikki nóg neyv til Benjamin Heinesen, sum akkurát ikki røkkur nóg væl fram til bóltin, og so endar tað við málsparki.

 

58) 1-0

Tað er heilt týðuligt, at føroyska liðið hevur vunnið sjálvsálit burtur úr leiðsluni í fyrra hálvleiki. Føroysku spælararnir vinna nógvar nærdystir.

 

55) 1-0

Her ber til at síggja myndir av Svangaskarði, sum myndamaðurin hjá Miðlahúsinum, Álvur Haraldsen, hevur tikið.

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

 

51) 1-0

Finski málverjin boksar burtur langt úti í brotsteiginum. Bólturin fer ikki so langt, og úr 24 metrum og í vinstru hevur Adrian Justinussen møguleika at lyfta bóltin í tóma málið, men hann velur at sneiða framvið mótstøðumanni og út til vinstru, og so spyrst einki burturúr.

 

51) 1-0

GULT KORT: Kaan Kairinen sær gult fyri ógvusligt fríspark mitt á vøllinum og í føroysku vinstru síðu.

 

48) 1-0

Finnland tiltuskar sær horna, og Karstin Hansen bjargar væl.

 

46) 1-0

Sama manning sum frá dystarbyrjan.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

Norðurírski dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki, og tað er gott lag í føroysku leguni. Føroyar eru frammanfyri 1-0 við máli, sum Benjamin Heinesen skoraði stutt undan steðginum.

 

45) 1-0

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

 

45) 1-0

1-0: Benjamin Heinesen

Benjamin Heinesen fær fatur á bóltinum 23 metrar úr finska málinum. Hann sær, at finski málverjin er uttarlaga skaddur, og so lyftir hann bóltin uppum málverjan og í málið. 

 

43) 0-0

Finnlendingar hava nú fyri tað mesta bóltin, men føroyska verjuspælið riggar framvegis væl.

 

39) 0-0

Føroyar vinna fyrsta hornasparkið, sum Adrian Justinussen leggur innfyri úr vinstru. Einki spyrst burturúr, men bólturin verður varðveittur á finsku hálvuni.

 

37) 0-0

So hevði føroyska liðið sína bestu støðu. Jóannes Bjartalíð legði við frísparki úr høgru fram í handaru síðu í brotsteiginum, har Jákup B. Andreasen við høvdinum legði innfyri. Adrian Justinussen var í góðari støðu, men hann tøvdi eitt vet, og so varð hann taklaður.

 

36) 0-0

Tað tykist vera trupult hjá føroyska liðnum at skipa uppspæl, tá ið føroyski málverjin letur bóltin frá sær.

 

32) 0-0

Trý finsk hornaspørk eftir lítlari løtu, men enn er málleyst.

 

31) 0-0

Fín finsk roynd av brotsteigarmarkinum eitt vet til vinstru, og Karstin Hansen bjargar meistarliga til horna.

 

30) 0-0

Hálvur tími farin og støðan er framvegis málleysur javnleikur. Finnland hevur síðstu løtuna økt um trýstið, og føroyska liðið hevur nú meiri ilt við at fóta sær í framrættaða partinum.

 

28) 0-0

Besta finska royndin úr vinstru, men Karstin Hansen bjargar til horna í høgru, sum einki spyrst burturúr.

 

26) 0-0

Eftir rimmar takling tykist miðvallarin Jákup B. Andreasen at vera smáskaddur, men hann roynir at halda fram at spæla.

 

24) 0-0

Føroyska liðið er væl skipað, og tað er tætt millum keturnar.

 

20) 0-0

Finnland er meiri í álopi, og fløtu innleggini eru vandamikil.

 

15) 0-0

Jákup Thomsen hevur onkra ferðina víst, hvat hann einsamallur megnar í fremstu røð. Gestirnir eru eitt vet meiri á bóltinum.

 

12) 0-0

Jákup B. Andreasen liggur á vøllinum. Tað er eftir samanbrest við mótstøðumann, eftir at lagt varð fram í brotsteigin við frísparki.

 

10) 0-0

Friðarlig fyrsta løta. Føroyingar vísa, at teir tora at bjóða seg til at spæla fótbólt og ikki bara at sparka.

 

07) 0-0

Tað gongur javnt á. Nú hevði Finnland fyrstu royndina ímóti málinum, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

05) 0-0

Dómarabólkurin er úr Norðurírlandi: Tim Marshall, Richard Storey, David Anderson og Steven Gregg, sum er fjórði dómari.

 

03) 0-0

Føroyar hava verið í longum álopi, og tað er vandamikið eftir long innkast bæði úr vinstru og høgru frá Benjamin Heinesen.

 

01) 0-0

Føroyingarnir eru í hvítum , og finnlendingar eru í bláum.

 

00) 0-0

Betuel Hansen er føroyskur liðformaður.

Tjóðsangirnir eru avgreiddir, og Finnland skal geva bóltin upp.

 

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, har tað verður U-21 landsdystur millum Føroyar og Finnland. Líkindi at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu. Tað er turt, sólin sær, tað er ógvuliga lýtt, og lotið er millum lítið og einki. Rættiligt summar nú tað er besti streymur á árinum.

 

Liðini hittust í Lahti í Finnlandi fimta september 2017, tá ið úrslitið varð 1-1. Føroyskur málskjútti ta ferðina var Meinhard E. Olsen úr B36.

 

Fimm av teimum ellivu, ið mannaðu liðið í Finnlandi fyri níggju mánaðum síðani, eru ikki við, tí teir eru ikki tøkir: Bjarni Petersen, Erlendur Magnusson, Hákun Edmundsson, Meinhard E. Olsen og Teit Jacobsen.

Hóast stóra fráfallið er føroyska liðið mannað við tíggju spælarum, ið eru á liðum í Betri deildini umframt Jákup Thomsen, sum spælir í FCM – donsku meistarunum.

 

Føroyska liðið: Karstin Hansen, Skála – Ari Olsen, Skála, Bartal Wardum, HB, Ólavur Niclasen, HB, Jóannes K. Danielsen, KÍ – Betuel Hansen, NSÍ – Benjamin Heinesen, B36, Jóannes Bjartalíð, KÍ, Jákup B. Andreasen, KÍ, Adrian Justinussen, HB – Jákup Thomsen, FCM

Á beinkinum: Elias Rssmussen, Víkingur,  Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur, Salmundur Bech, Suðringar, Petur Knudsen, NSÍ, Dan í Soylu, HB, Búi Egilsson, Suðringar, Steinbjørn Olsen, KÍ 

Finnland: Hugo Keto, Arsenal – Sako Savolainen, Leo Väisänen, Richard Jensen, Lassi  Järvenpää – Sebastian Dahlström, Santeri Hostikka, Kaan Kairinen – Mikael Soisalo, Benjamin Källman, Lassi Lappalainen