60: 20-17 til Føroyar
Kristianna Henneberg skorar seinasta føroyska málið í dystinum til 20-16 til Føroyar - endaliga úrslitið gerst 20-17. Rómurin er øgiligur ímillum føroysku leikararnar, sum nú hava spælt seg víðari til komandi umfar í EM-undankappingini!
58: 19-15 til Føroyar
Anna Brimnes skorar til 19-15 upp á brotskast, og nú tykist at vera leyst og liðugt. Føroysku kvinnurnar koma víðari til komandi umfar í EM-undankappingini!
55: 18-14 til Føroyar
Nú líkist tað av álvara einum føroyskum sigri. Tóra Eliasen økir til 18-14, og finnar tykjast at hava ilt við at hála føroysku leiðsluna innaftur.
50: 16-13 til Føroyar
Føroyar løgdu seg á odda 16-12, men finnar svaraðu skjótt aftur og minkaðu um munin. Munurin blívur við at vera trý mál, og føroysku kvinnurnar tykjast at hava tamarhald á støðuni.
45: 15-12 til Føroyar
Finnland er framvegis við í dystinum og fekk minkað munin niður í eitt mál, men við máli til 15-12 frá Marjuni Danberg eru Føroyar framvegis á odda við trimum málum. Javnur og spennandi dystur.
40: 12-9 til Føroyar
Finnar royna at stríða seg inn aftur í dystin, men við málum frá Báru Krossteig, Onnu Brimnes og Turið Arge eru Føroyar framvegis á odda við trimum málum. Finnland tók time-out fyri løtu síðani. Føroyar hava aftur fingið eina tveir minuttir útvísing.
35: 10-7 til Føroyar
Føroyar hava fingið fyrstu tveir minuttir útvísingina í dystinum. Føroyingar varðveita annars trýmálsleiðsluna.
31: 9-6 til Føroyar
Bæði liðini leggja hart út í seinna hálvleiki við at skora hvør sítt mál.
Hálvleikur: 8-5 til Føroyar
Anna Brimnes skorar seinasta føroyska málið í fyrra hálvleiki upp á brotskast, og harvið eru føroysku kvinnurnar farna til hálvleiks við trýmálsleiðslu. Finnland kom betur frá byrjan í dystinum og legði seg á odda bæði 2-0 og 4-2, men tá ið Føroyar javnaðu til 4-4 kom vend í, og síðani hava føroyingar havt yvirtakið í dystinum. Marjun Danberg hevur gingið á odda við føroysku málskjótingini - hon hevur skorað fýra mál.
25: 7-5 til Føroyar
Ikki nógv at skriva heim um teir seinastu minuttirnar. Finnar hava minkað um munin til 7-5.
20: 7-4 til Føroyar
Fyrsta føroyska leiðslan kom nú eftir 16 minuttir, tá ið Marjun Danberg kastaði brotskast í netið til 5-4. Hon skoraði eisini til bæði 6-4 og 7-4, so nú sær heilt gott út hjá føroysku kvinnunum. Finnland hevur tikið sítt fyrsta time-out.
15: Javnleikur 4-4.
Eftir 13 minuttir eydnaðist føroysku kvinnunum at koma aftur á javnt og javna til 4-4. Eftir eitt korter hava venjararnir hjá Føroyum, Scott Harrington og Sigrun Mikkelsen, valt at taka fyrsta time-out í dystinum.
10: 4-2 til Finnland
Tað skuldi taka seks minuttir, áðrenn fyrsta føroyska málið varð skorað. Málið skoraði Anna Brimnes upp á brotskast. Støðan er nú 4-2 til Finnland. Føroyska spælið er merkt av ov nógvum tekniskum villum.
Tað ber til at síggja dystin við at trýsta HER.
05: 2-0 til Finnland
Finnland er komið betur frá byrjan og er á odda 2-0. Anna Brimnes og Bára Krossteig Hansen hava brent hvør sítt skot.
00: Føroysku kvinnurnar spæla í bláum troyggjum, meðan tær finsku spæla í hvítum.
Beinleiðis tekstfrásøgn frá EM-undankappingardystinum ímillum Finnland og Føroyar í kvinnuhondbólti. Greinin verður dagførd so hvørt sum dysturin líður.
Føroyska kvinnulandsliðið í kvinnuhondbólti luttekur í hesum døgum í EM-undankapping í Grikkalandi, har mótstøðuliðini eru Grikkaland og Finnland. Í gjár spældu føroysku kvinnurnar sera tættan dyst ímóti grikkum og vunnu 25-24. Grikkaland vann sín fyrsta dyst 29-20 ímóti Finnlandi fríggjakvøldið, og hetta merkir, at føroyska landsliðið kemur víðari, um kvinnurnar fáa minst ein javnleik í dag. Bert eitt lið kemur víðari.