Tað er nú klokkan 14, at Føroyar og Andorra bresta saman í talvlandsdysti. Hetta er í kappingini fyri europeiskar smátjóðir.
Talan er um síðsta umfar. Føroyar eru á odda, og um tað í dag endar við føroyskum sigri ella javnleiki, so verður greitt, at Føroyar fara at vinna kappingina.Føroyar hava 15 stig, Andorra hevur 14 stig og Monaco er á triðja plássi við 13 stigum.
Føroyska liðið er í dag mannað við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, Rógva Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.
Helgi Dam Ziska og John Rødgaard eiga hægri styrkistal enn mótstøðumenninir, meðan styrkistalið hjá Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft Nielsen er lægri enn hjá mótstøðumonnunum.
Tað ber til at fylgja gongdini her:










