Stuðlar
Tað var vorin sum byrjan, sum nýggi formaðurin í HB-stuðlum, Sólbjørn Thomsen, fekk í nýggja sessinum. Fyrsta dystin undir hansara leiðslu kundu stuðlarnir fegnast um meistaraskapin, og sunnudagin skipaði hann so fyri fyrstu ferðini, tá HB skuldi til Tvøroyri eftir gullinum.
Fellur lætt
Umborð á bátinum fingu vit orðið á Sólbjørn, meðan hann gekk og savnaði inn pening frá teimum, sum høvdu teknað seg til ferð og døgurða, og tó at hann hevði úr at gera, so hevði hann eisini stundir til eitt stutt prát.
Spurdur, um tað ikki kundi vera nóg so stríggið at vera formaður í einum slíkum áhugafelag, segði hann, at tað helt hann ikki. Í øllum førum ikki ein slíkand dag.
- Tá tað gongst somikið væl, so so fellur tað altíð lætt at gera tingini, so tað er als ikki nakað, sum eg hugsi um. Eg geri tað bara, helt hann fyri. Tað verður kanska nógv at takast við onkuntíð, men ein slíkan dag er tað so eingin trupulleiki.
Sum navnið á felagnum sigur, so hava HB-stuðlarnir til endamáls at stuðla HB. Áhugabólkurin er fullkomuliga óheftur av bóltfelagnum, men hinvegin royna teir so á ymsan hátt at stuðla bæði felagnum og leikarum.
- Tað er so nógv, sum vit stuðla við. Eitt nú plaga vit at lata nakað, tá yngru liðini fara av landinum í fótbóltsørindum, men eisini í aðrar mátar royna vit at vera til hjálpar. Eitt nú hava vit stuðlað, tá ungir HB-leikarar eru farnir uttanlands í útbúgvingarørindum, og sjálvandi er hetta nakað, sum vit vóna fer at koma felagnum til góðar.
Og at felagið hevur nógv tiltøk, til tess at fáa pengar til vega, tykist lítil ivi vera um.
- Ja, vit royna at gera eitt sindur av hvørjum. Bingo og neytmykjukapping hava verið fastir táttir seinnu árini, og í vetur fara vit ætlandi eisini at hava sjavs-kappingar, og í november fara vit so at hava størsta tiltakið, sum stuðlarnir nakran tíð hava havt, men akkurát hvat tað verður, farið eg ikki at siga her, sigur nýggi formaðurin at enda.