Beinleiðis: EBS/Skála kvinnurnar eru meistarar

Støðan eftir fyrra hálvleik millum EBS/Skála og KÍ kvinnur er 1-1, og harvið er EBS/Skála í løtuni á FM kós

Liðugt.

2-2

EBS/Skála kvinnurnar eru meistarar.

 

Eftir KÍ horna rakar bólturin enn einaferð í stólpan aftanfyri Annu Súnadóttir Hansen - fyri fimtu ferð ídag.

 

90) 2-2

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

 

90) 2-2

EBS/Skála skiftir út: Rúna Joensen fer av vøllinum, og í hennara stað verður sett Eyðbjørg Ellingsgaard.

 

87) 2-2

2-2: Rannvá B. Andreasen

Eftir at KÍ fyri fjórðu ferð hevur havt bóltin á stóplanum, og tað endar við horna, er tað Rannvá B. Andreasen, sum úr stuttari fjarstøðu smekkar bóltin í málið, og nú er 2-2.

 

86) 2-1

Tórunn Højgaard Joensen avloysir Sannu Jacobsen hjá KÍ.

 

84) 2-1

KÍ kvinnurnar stríðast fyri lívinum. Nú var tað Rannvá B. Andreasen, sum sendi bóltin á stólpan, áðrenn tað endaði við horna, sum einki bar við sær.

 

78) 2-1

KÍ roynir at svara aftur. Sofíra Purkhús roynir seg úr spískum, og bólturin rakar samankomingina aftanfyri Annu Súnadóttir Hansen í EBS/Skála málinum.

Malena Josephsen er flutt fram í KÍ álopið.

 

76) 2-1

2-1: Heidi Sevdal

Í kapprenning við KÍ málverjan er Heidi tann skjótara, hon prikar bóltin framvið málverjanum og so trillar hon bóltin í tóma málið, og nú er EBS/Skála av álvara á FM kós.

 

72) 1-1

Nú ræður um orkuna. Í løtuni er bólturin fyri tað mesta á KÍ hálvuni.

 

69) 1-1

Sera góður møguleiki til EBS/Skála. Ansy, Sevdal leggur innfyri úr høgru, og Margunn Lindholm roynir seg, men KÍ málverjin bjargar lættliga.

 

68) 1-1

KÍ hevur hug at spenna álopsbogan, og tað ber fleiri hornaspørk og fríspørk við sær, uttan at tað er heilt vandamikið.

 

63) 1-1

EBS/Skála skiftir út: Lea Lisberg avloysir Randi Fagradal.

 

62) 1-1

Sofía Purkhús leggur innfyri úr vinstru. Rannvá B. Andreasen er í góðari støðu, tá ið hon roynir seg við skoti úr fjúrtan metrum og eitt vet til vinstru, men bólturin strýkur framvið handara stólpanum.

 

60) 1-1

Tað gongur javnt á. Í eina løtu hevur heimaliðið søkt at, men so svarar KÍ aftur. Hugburðurin er góður á báðum liðunum.

 

54) 1-1

KÍ vinnur horna, og tað endar við, at bólturin verður stútaður á tvørtræið og so út til nýtt KÍ horna.

 

46) 1-1

EBS/Skála hevur hondina á FM steypinum, nú tað verður farið undir seinna hálvleika í Hólmanum á Eiði. Líkindini at spæla fótbólt eru góð, pallurin er flottur, og spenningurin er stórur bæði á og kring vøllin.

 

Hálvleikur

1-1

Áskoðararnir klappa spælararnar av vøllinum. Síðsta løtan undan steðginum hevur verið sera hendingarrík, og fram ímóti steðginum er fótbóltsspælið batnað.

 

45) 1-1

1-1: Heidi Sevdal

So er aftur javnt, og harvið er EBS/Skála aftur á FM kós. Heidi Sevdal sneiðir framvið fleiri og sendir s0 bóltin millum tveir verjuspælarar og dygst innanfyri handara stólpan.

 

43) 0-1

EBS/Skála vinnur horna í høgru. Margunn Lindholm leggur innfyri, og Durita Hummeland roynir seg við stútara, men bólturin fer við síðuna av KÍ málinum.

 

40) 0-1

0-1: Malena Josephsen

Rannvá B. Andreasen leggur við frísparki innfyri úr høgru, og við handara stólpa tveitir Malena Josephsen seg fram og stýrir bóltin í málið.

 

36) 0-0

Durita Hummeland leggur úr vinstru og við frísparki fram í brotsteigin, Heidi Sevdal temur bóltin og smekkar til, men bólturin fer væl omanfyri KÍ málið.

 

31) 0-0

Ansy Sevdal vinnur heimaliðnum fyrsta horna í høgru. Ansy Sevdal tekur horna, men tað endar við KÍ málsparki.

 

26) 0-0

KÍ vinnur aftur horna í høgru, sum Rannvá B. Andreasen tekur sær av, men verjan beinir bóltin burtur.

 

25) 0-0

Rannvá B. Andreasen sneiðir framvið fleiri EBS/Skála spælarunum, og so smekkar hon til úr 21 metrum. Bólturin brestur í tvørtræið og niður í vøllin, men ikki í málið. Besta royndin higartil ídag!

 

24) 0-0

Heidi Sevdal leggur við frísparki eitt sindur úr vinstru innfyri KÍ málið, har Ansy Sevdal við høvdinum sendir bóltin ímóti málinum, men málverjin bjargar.

 

22) 0-0

GULT KORT. Rannvá B. Andreasen sær gult fyri takling ímóti Rúnu Joensen.

 

20) 0-0

KÍ hevur síðstu løtuna havt tvær royndir ímóti málinum, meðan heimaliðið ikki hevur verið í nánd av brotsteiginum hjá KÍ.

 

19) 0-0

KÍ vinnur aftur horna í høgru, men tað gongst illa at fáa bóltin heilt inn fyri málið.

 

17) 0-0

Fótbóltsspælið er betri, enn tað var fyrstu løtuna. KÍ hevur av álvara fótað sær, og tað gongur javnt á.

 

15) 0-0

KÍ vinnur horna í høgru - fyrsta horna ídag. Rannvá B. Andreasen leggur innfyri, KÍ trýstir eina løtu, men tað spyrst einki burturúr.

 

08) 0-0

Tað er KÍ, sum hevur fyri neyðini at vinna, men higartil hevur tað kanska verið heimaliðið, sum hevur verið meiri á bóltinum.

 

05) 0-0

Enn bíða vit eftir fyrsta málmøguleikanum. Tað er øgiligur hýrur kring vøllin. Nógvir áskoðarar taka undir við heimaliðnum, og nógvir áskoðarar eru komnir úr Klaksvík.

 

01) 0-0

Bólturin er farin á rull á nýggja vøllinum á Eiði, har tað eru nógvir áskoðarar.

 

00) 0-0

Liðini eru á veg inn á vøllin.

EBS/Skála: Anna Sunadóttir Hansen - Randi Fagradal, Rúna Joensen, Rakul V. Magnussen, Heidi Sevdal, Birna T. Johannesen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm, Kára Djurhuus, Sigrun K. Kristiansen, Durita Hummeland

KÍ: Ana Srtojanovic - Sofía Purkhús, Liljan S. Jacobsen, Katrina Akursmørk, Sigrid Jacobsen, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen, Evy á Lakjuni, Sanna Jacobsen

 

00) 0-0

Bjarki Danielsen er dómari á Eiði.

 

Klokkan 12.30 spæla EBS/Skála og KÍ kvinnurnar um FM heitið. Um tað endar við heimasigri ella um tað endar javnt, so verður EBS/Skála meistari. Um KÍ skal endurvinna FM heitið, so skulu tær úr Klaksvík vinna ídag.