Við slagorðunum; 3 blondinur, 3 mikrofonir, hava blondinurnar lagt til brots, og senda týsdag til fríggjadag beinleiðis í tveir tímar um dagin.
Parasol er løtt summarsending, har Maria Ziskason, Sára Jógvansdóttir og Rannvá Fossaberg skipa fyri.
-Vit royna í veruleikanum at mótprógva hatta við blondinunum, siga tær, tá blaðmaðurin vitjar ein mikudag seinnapart , og varliga sipar til hetta við blondinunum, og tær søgur, ið eru knýttar at hesum hárlitinum.
-Vit hava í veruleikanum hitt fleiri fólk, ið heldur bilsin hava sagt, at vit hóast alt ikki eru so býttar, siga tær skemtandi.
Um sendingina siga tær, at hetta er ein løtt summarsending.
-Tað skal vera lætt, men tó hava eitt sindur av álvara í. Vit hava ein sera breiðan málbólk, siga blondinurnar í Kringvarpinum.
Út
Maria, Sára og Rannvá hava sett sær eitt greitt mál, nevniliga at vitja stevnurnar og annars at vitja kring landið.
-Vit vitja nógv uttanfyri Havnina, siga tær, meðan ein teirra ger vart við, at andsperra ger vart við seg í beinunum, eftir at vitjað varð í Stóru Dímun dagin fyri.
Hóska væl saman
Blondinurnar í Kringvarpinum koma úr Klaksvík, úr Havn og úr Vestmanna, og tær siga seg vera sera ymiskar.
-Hóast vit eru sera ymiskar, so hóska vit væl saman, og vit arbeiða sera væl saman. Vit halda hettar er stuttligt og tíma hettar sera væl, eru blondinurnar samdar um.
Tær kendust ikki frammanundan, tó at onkur teirra visti um aðra frá ítrótti, og kanska høvdu tær hitt hvørja aðra á leikvølli.
Men væl sampakka tær sum útvarpsblondinur, ið framleiða beinleiðis útvarp, ið er lætt, men tó hevur brodd.
Og orsakað av, at blaðmaðurin kemur framvið fáar minuttir innan sendingin Parasol skal í luftina, ber til at staðfesta, at blondinurnar eru cool, og geva sær góðar stundir at práta.
Og smáar fimm minuttir innan sendtíð, eydnast tað enntá at fáa tær útum til myndatøku. Men so er stundin eisini komin, har tær 3 blondinurnar mugu renna inn til tær 3 mikrofonirnar. Og lítla løtu seinni kann staðfestast í útvarpslurtinum í bilinum, at Parasol er í luftini.