Beinleiðis: B36 við fleiri broytingum

FM1 og in.fo: Fylg við dystinum ímillum TB/FCS/Royn og B36 beinleiðis her!

Fimti og seinasti dysturin í 17. umfari av Betrideildini hjá monnum verður spældur nú seinnapartin. Dysturin er í Trongisvági ímillum TB/FCS/Royn og B36.


Heimaliðið hevur møguleika at vinna seg longri burtur frá botninum, nú øll tey niðari liðini taptu í gjár, og umvent er stórt trýst á B36 fyri at hanga við í oddanum, nú øll tey fremru liðini vunnu í gjár.


Fylg við beinleiðis tekstafrásøgn á in.fo HER


Lurta eftir dystinum beinleiðis á FM1 HER


Hjá B36 hevur Evropa-luttøkan sett síni merki. Lukasz Cieslewicz fór út við knæskaða í seinna dystinum ímóti Besiktas. Tað er ógreitt hvussu leingi hann má sita uttanfyri, men hann er so ikki við í dag. Tað er Alex Mellemgaard heldur ikki, og tveir troyttir Meinhard E. Olsen og Andrias Eriksen byrja á bonkinum.


Hjá TB/FCS/Royn er hattrikk-hetjan frá AB-dystinum, Pape Mamadou Faye, ikki við. Hann er skaddur. Venjarin hjá TB/FCS/Royn, Glenn Ståhl, segði við FM1 í dag, at tað helst hevði eydnast at lappað Pape Mamadou Faye saman at spæla, um tað tildømis var steypafinala, men hann verður altso ikki við í dag. Hinvegin, so er Poul Ingason aftur í hópinum hjá Suðringum. Hann byrjar á bonkinum.