Beinleiðis: 1-1 í Finnlandi

U-21 undankapping - fyrsta bríksl klokkan 17

LIÐUGT

1-1

 

Petur Knudsen avloysir Jákup Thomsen.

 

90) 1-1

Fýra minuttir lagdir aftrat.

 

89) 1-1

Finnlendingar skifta út: Karjalainen avloysir Soisalo.

 

87) 1-1

Jóannes Bjartalíð vinnur fríspark á finsku hálvuni.

 

86) 1-1

Føroyar hava skift út: Jákup B. Andreasen avloysir Betuel Hansen á sentrala og verjukenda miðvallarplássi.

 

85) 1-1

Fleiri føroyskir spælarar hita upp, men enn eru teir somu ellivu á vøllinum, sum vóru har frá dystarbyrjan.

 

85) 1-1

Karstin Hansen í føroyska málinum bjargar væl.

 

83) 1-1

Teit Jacobsen er eyðsýndur. Umframt hann hava Bartal Wardum og Betuel Hansen havt góðar royndir hesa síðstu løtuna.

 

80) 1-1

Tað eru føroyingarnir, sum nú pressa fyri at fáa mál. Síðstu løtuna hava fleiri royndir verið ímóti finska málinum. Finnlendingar eru nú meiri í verjustøðu.

 

70) 1-1

Sera spennandi og skiftandi. Føroyingarnir vísa góðan hugburð og tora eisini at spæla.

 

65) 1-1

Finnland skiftir út fyri aðru ferð: Ala-Myllymäki avloysir álopsspælaran Saku Savolainen

 

 

62) 1-1

GULT KORT. Málskjúttin Meinhard E. Olsen sær gula kortið fyri fríspark.

 

60) 1-1

1-1: Meinhard E. Olsen

Tað gingu bara tríggir minuttir frá tí, at Finnland legði seg framum, og inntil Føroyar svaraðu aftur. Málskjútti var væl upplagdi Meinhard E. Olsen, sum sendi bóltin í málið eftir sending frá Jákupi Thomsen.

 

57) 1-0

1-0: Kairenen 56.

So gek tað ikki meir. Eftir stórt heimatrýst síðstu løtuna hevur Finnland lagt seg á odda.

 

56) 0-0

Nú var trýstið á føroyska málið aftur stórt. Eftir lítlari løtu hava finnlendingar havt tvær royndir, men í báðum førum fór bólturin framvið málinum.

 

54) 0-0

Eftir framlegging við frísparki roynir Jákup Thomsen seg ímóti málinum, men finski málverjin bjargar.

 

52) 0-0

Føroyski liðformaðurin Hákun Edmundsson vísir ábyrgd og varðveitir bóltin. Tað ber eftir lítlari løtu við sær, at tvey fríspark verða gjørd ímóti honum.

 

50) 0-0

GULT KORT. Benjamin Heinesen sær gult fyri at gera fríspark. Finnland hevur havt horna.

 

46) 0-0

Føroyska liðið er í somu útgávu sum frá dystarbyrjan.

Finnland hevur gjørt eina útskifting: Aapo Mäenpää verður settur á vøllin í staðin fyri vongverjan í høgru Anselmi Nurmela

 

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Tølini siga, at heimaliðið hevur verið omaná. Finnland hevur í fyrra hálvleiki havt tíggju royndir ímóti føroyska málinum, og Føroyar hava havt tríggjar royndir ímóti finska málinum. Føroyar hava havt eitt hornaspark, og Finnland hevur í fyrra hálvleiki havt seks hornaspørk.

 

45+2) 0-0

HÁLVLEIKUR

Dygst undan steðginum vóru tað føroyingar, sum høvdu roynd ímóti finska málinum, men bólturin fór við síðuna av, tá ið liðformaðurin og miðvallarin Hákun Edmundsson royndi seg.

 

45) 0-0

Tveir minuttir lagdir aftrat.

 

44) 0-0

Størsti møguleiki higartil, men miðvallarin í høgru Mikael Soisalo sendi bóltin framvið føroyska málinum.

 

43) 0-0

Nú ræður um at halda tørn fram ímóti steðginum.

 

40) 0-0

Aftur finskt hornaspark, men heldur ikki hesaferð spyrst nakað burturúr.

 

38) 0-0

Ein lítil lætti, tá ið Føroyar eru í álopi. Betuel Hansen roynir ímóti málinum, og málverjin bjargar.

 

36) 0-0

Nú er press á føroyska málinum. Finnlendingar hava aftur horna, men bólturin fer við síðuna av málinum eftir at lagt er innfyri.

 

35) 0-0

Vandamikið eftir finskt horna, men verjan blokerar, tá ið álopsspælarin Saku Savolainen roynir seg. Tað endar við horna, sum einki spyrst burturúr.

 

33) 0-0

Meinhard E. Olsen er væl upplagdur í framrættaða plássinum í vinstru. Nú gjørdu finnlendingar fríspark ímóti honum.

 

32) 0-0

Finnland vinnur enn eitt horna, tað verður lagt innfyri, men tað endar við málsparki.

 

29) 0-0

Nú gongur tað skjótari fyri seg. Lítla løtu eftir royndina hjá Meinhardi E. Olsen er tað miðvallarin Sebastian Dahlström, sum roynir seg við skoti, men bólturin fer framvið føroyska málinum.

 

28) 0-0

So var Meinhard E. Olsen aftur framvið, men málverjin blokeraði.

 

27) 0-0

Finnland vinnur fyrsta hornasparkið, men tað spyrst einki burturúr, tí finnlendingar gera fríspark ímóti føroysku verjuni.

 

26) 0-0

Betuel Hansen er sera verjukendur miðvallari og næstan eyka miðverji.

 

22) 0-0

Føroyar vinna fyrsta horna í dystinum. Jóannes Bjartalíð leggur innfyri.

 

20) 0-0

Finnland hevur havt tvær atsóknir. Aðru ferðina bjargaði Karstin Hansen, og hina ferðina fór bólturin við síðuna av.

Einasta føroyska royndin higartil var tann hjá Meinhardi E. Olsen.

 

16) 0-0

Heimamenninir royna seg, men bólturin fer við síðuna av málinum aftanfyri Karstin Hansen.

 

15) 0-0

Fyrstu føroysku atsóknina á finska málið átti Meinhard E. Olsen, men bólturin varð blokeraður í verjuni.

 

13) 0-0

Dómarabólkurin er úr Luksemborg, og Alain Durieux er 23. maður á vøllinum.

 

10) 0-0

Finnland hevur havt eina skotroynd, og Føroyar hava higartil ikki havt nakra roynd ímóti finska málinum.

 

05) 0-0

Framvegis málleyst og higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

00) 0-0

Finnland eigur í dag heimavøll í Lahti. Líkindini at spæla eru góð. Tað eru tólv hitastig, skýggjað loft, turt og vøllurin er sera góður.

 

Finnland-Føroyar klokkan 17.00

Finnland: Hugo Keto – Anselmi Nurmela, Aapo Halme, Richard Jensen, Nicholas Hämäläinen - Mikael Soisalo, Sebastian Dahlström, Kaan Kairinen, Santeri Hostikka - Benjamin Källman, Saku Savolainen

 

Karstin Hansen (NSÍ) – Benjamin Heinesen (B36), Bjarni Petersen (B36), Bartal Wardum (HB), Erlendur Magnusson (B36) – Betuel Hansen (NSÍ), Hákun Edmundsson (Skála) – Jóannes Bjartalíð (KÍ), Teit Jacobsen (Sønderjyske), Meinhard E. Olsen (B36) – Jákup Thomsen (Thisted)