Sambært skránni skuldi HB 2. páskadag havt verið í Klaksvík og spælt landskappingardyst. Tað var av ongum, tí tað var so nógvur kavi. Nú riggar HB til at fara til Klaksvíkar, har fyrsta bríksl verður klokkan 19 í kvøld.
Setningurin hjá HB er at gera enda á sigursrøðini hjá KÍ. Hvussu tað fer at hilnast fer at hava heilt stóran týdning fyri, hvussu tað næstu vikurnar verður við spenninginum í toppinum. Undan dystinum millum nummar eitt og tvey er KÍ fimm stig frammanfyri HB.
Eingin ivi er um, at HB liðið er væl betri samanspælt nú, enn tað var á páskum. Eitt nú vístu snillingurin í framrættaða spælinum Dan í Soylu og kanónskjúttin Adrian Justinussen sunnudagin í Trongisvági, at teir eru av álvara á toppinum.
Hjá HB er eingin spurningur um, hvør fer at verja málið. Teitur Matras Gestsson tykist vera eins væl fyri, sum hann var í fjør, tá ið hann var kosin ársins málverji.
Í Klaksvík er ein av stóru spurningunum, hvør fer at verja málið. Í Fuglafirði síðsta sunnudag vardi Mathias Rosenørn fyri fyrstu ferð málið, meðan Kristian Joensen var á beinkinum.
Í 4-0 sigrinum í Trongisvági sat Hørður H. Askham alla tíðina á beinkinum, og Heri H. Mohr varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 11 minuttir. Tað er sannlíkt, at teir í kvøld vera millum teir fyrstu ellivu.
Felags fyri KÍ og HB er, at kappingin um at vera millum teir fyrstu ellivu er rættiliga stór. Tað ber aftur við sær, at tað man sjáldan vera komið fyri í føroyskum fótbólti, at so nógvir so stinnir spælarar fara at sita á beinkinum, sum tað fara at gera í Klaksvík í kvøld.
Ein av teimum, sum hevur verið fastur maður millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ, er Deni Pavlovic. Hann hevur verið í KÍ síðani 2018, og hann hevur alla tíðina verið fastur maður – fyrst í miðverjuni og í fjør og í ár á miðvøllinum. Hann hevur tó verið ódrúgvari, enn hann plagar at vera. Trupulleikin er, at Deni Pavlovic er illa darvaður av skaða í lærkrikanum. Tí er tað lítið sannlíkt, at hann verður á listanum í kvøld.