10. mai fer Beinir saman við Kulum Rótum á pallin á Frigg Festivalinum, og lítil ivi er um, at hetta er nakað, sum – serliga – yngru áhoyrarnir gleða seg til.
13 ára gamli Beinir skrivaði føroyska tónleikasøgu, tá ið hann í fjør summar gav út fløgu við egnum sangum, har lagið Sápubløðran varð tað stóra hittið. Annars hava Beinir og hini í Kulum Rótum vunnið nógv hjørtu við sínum fríska sangi og spæligleði. Og við kendum barnaløgum, sum Hon er omma mín, Bilurin hjá okkum, Tíggju bibbur og Vov Vov vænta Kular Røtur at fáa alla fjøldina at syngja við.
- Tað skal í øllum førum verða friggin kul at spæla í Kongens Have, lovar sangarin og gittarleikarin úr Spania, sum saman við beiggjanum Rana handan trummurnar, Martin á bass, Vinjar á tangentum og saxofon og eini syngjandi Rakul Ró, sum eisini verða tey yngstu sum framføra á nýggja føroyska norðurlendska festivalinum.










