Beinir spælir á donskum festivalum

Føroyski tónleikarin hevur spennandi framførslur á skránni

Seinnapartin í gjár spældi BEINIR á Nibe-festivalinum, sum er ein av miðalstóru donsku festivalunum við 30.000 vitjandi.

 

Hetta var tann fyrsta av trimum festivalframførslum í Danmark í summar, har BEINIR fer einsamallur á pallin við gittara og sínum sangum.

 

Á festivalunum spælir BEINIR fyri tað mesta nýtt tilfar, sum fer at verða á komandi útgávuni. Men hann spælir eisini sangir av ep'ini, sum hann gav út i fjør.

 

Seinasta árið hevur BEINIR arbeitt við nógvum tilfari og samstarvað við fleiri av fremstu framleiðarum og sangskrivarum í Danmark. Sáttmálin við plátufelagið The Bank hevur gjørt tað møguligt hjá Beinir at arbeiða meiri miðvíst við tónleikinum og at fáa møguleika at samstarva við sangskrivarar, sum hava og hava havt løg á donsku hittlistunum.

 

Fyri at fáa tónleikin út til fleiri áhoyrarar, hevur BEINIR seinasta hálva annað árið verið á konsertferðum saman við kendum donskum nøvnum. Seinasta konserferðin var í april, har Beinir hitaði upp fyri bólkin Jonah Blacksmith á 15 konsertum.

 

1. august spælir BEINIR á Livecamp á Smukfest í Skanderborg. Livecamp er ein kapping millum nøvn, ið eru á veg fram, um at sleppa at lata størsta pallin á Smukfest upp.

 

19. august spælir BEINIR á Wonderfestiwall á Bornholm.