Beinir Johannesen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

25 ára gamli Beinir Johannesen, ið er úr Klaksvík, er n.ú formaður Fólkafloksins

Kreppufundur hevur verið í Fólkaflokkinum í kvøld, eftir at Christian Andreasen í morgun legði frá sær sum formaður.

 

Nú vita fleiri miðlar at siga, at úrslitið av fundinum í kvøld er, at Beinir Johannesen er valdur til formann Fólkafloksins.

 

Kringvarpið skrivar á síni heimasíðu millum annað, at :

 

25 ára gamli Beinir Johannesen, ið er úr Klaksvík, er nýggjur formaður. 

 

Beinir Johannesen kom buldrandi inn í politikki í 2019, tá hann fyrst stillaði upp til fólkatingsvalið og fekk 667 atkvøður, og síðani varð eisini fyrst valdur hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið við 998 persónligum atkvøðum.