Fríggjakvøldið klokkan 19.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum, har Beinir við orkestri fer á pallin at framføra løgini av nýggju fløguni, sum kom út í summar. Beinir hevur sjálvur skrivað orð og løg til teir tíggju sangirnar á fløguni.
Tónleikurin á fløguni varð spældur av Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Joensen, James Olsen og Hjalta Joensen. Hetta verður eisini manningin fríggjakvøldið. Afturat teimum verða kórdreingir og dansigentur á pallinum. Maria á Lakjuni fer at hita upp, og ein serligur gestasangari kemur á vitjan.
Beinir hevur spælt nógvar konsertir í summar – bæði útgávukonsertir við studiotónleikarunum og einsamallur við kassagittara. Hann hevur millum annað spælt á Voxbotni, G! Festivalinum, Summarfestivalinum, í Løkshøll, á Egilsstøðum í Íslandi og á fleiri summarstevnum.










