Beinir eisini í finaluni

Svimjararnir hava fingið eina flúgvandi byrjan í hitanum á Rodos í morgun. Fyri løtu síðan svumu Elspa Mørkøre og Bjørg Seloy seg í finaluna í 100m rygg, og nú hevur Beinir Eyðunsson Danielsen gjørt teimum kynstrið eftir í 50m bringu.

 

Eins og Elspa og Bjørg, skal Beinir svimja finaluna kl.16.30.