Beinir á konsertferð við danskari songkvinnu

Føroyski tónleikarin spælir í hesum døgum konsertir í Danmark

Beinir Troest, sum hevur samstarv við danskt plátufelag, er farin á konsertferð saman við donsku songkvinnuni Dopha.

 

Í januar í ár luttók Beinir á útgávu hjá Dopha. Tey syngja duett á sanginum »I’m Not Crying, You Are«, sum Beinir hevur verið við at gera. Sangurin hevur ligið ovast á listanum hjá The Voice Radio í Danmark og var eisini »Single of The Week« hjá RTL Radio í Týsklandi.

 

Samstarvið hevur ført við sær, at Beinir hitar upp fyri Dopha á konsertferð í Danmark í hesum døgum. Beinir skal spæla 13 konsertir saman við Dopha í býum sum Aarhus, Aalborg, Odense, Vejle og Herning. 12 av konsertunum spælir Beinir sum solistur, men á konsertini, sum verður í Vega í Keypmannahavn 18. juni, spælir Beinir saman við bólki sínum. Teir hava eisini eina konsert í Byhaven í Pumpehuset í Keypmannahavn dagin fyri.

 

– Hetta er ein góður møguleiki hjá mær at koma út at spæla í Danmark og promovera mín tónleik og mína útgávu, sigur Beinir Troest, sum júst hevur útgivið útgávuna »World Out There«.