Beinir Troest hevur úr at gera við tónleikinum í løtuni. Nú hevur hann boðað frá, at hann fer á konsertferð í heyst.
– Hetta er mín allar fyrsta konsertferð, har eg eri høvuðsnavn, og eg gleði meg so nógv at hitta tykkum og spæla mína nýggju útgávu fyri tykkum, sigur Beinir í fráboðan til sínar fylgjarar á sosialu miðlunum.
Konsertferðin byrjar í Harboøre í Danmark hin 1. november, og seinni í november gongur leiðin til Týsklands. Hann skal spæla í Hamburg, Oldenburg og Lubeck ávikavist 26, 27 og 28 november.
Konsertferðin endar við einum braki í Bremen Teater í Keypmannahavn, har hann hevur fult orkestur við.