Beinið próvtøkuóttan burtur...

Seinastu fimm árini hevur lestrarvegleiðingin á Studentaskúlanum í Hoydølum skipað fyri skeiði í fyribyrging av próvtøkuótta. Seinnu árini hava lestrarvegleiðararnir Elisabeth Holm og Bjørg Róin staðið fyri skeiðnum.
-Vit á lestrarvegleiðingini sóu, at stórur tørvur var á einum skeiði
í próvtøkuótta, tí fleiri og fleiri næmingar komu til okkara, og gjørdu vart við sín próvtøkurótta. Lærarar vístu eisini á, at fleiri næmingar høvdu stórar trupulleikar, tá teir vóru til próvtøku, greiða Elisabeth Holm og Bjørg Róin frá.
Heldur enn, at næmingarnar í hvør sínum lagi gramdu seg um óttan fyri
próvtøkum, mettu lestrarvegleiðararnir, at tað var skilabetri at skapa eitt pláss í skúlanum, har møguleiki var fyri at tosa opið um próvtøkuóttan.

Øll møta
Skeiðið í Hoydølum er fyrst og fremst ætlað teimum, ið veruliga líða undir provtøkuótta. Luttakaratalið liggur um 8-10 næmingar á hvørjum árið. Elisabeth og Bjørg siga, at næmingarnir, ið møta á skeiðnum, eru rættiliga ymiskir fakliga.
-Tað eru teir næmingar, sum passa síni ting, men sum hava havt onkra keðiliga hending í samband við provtøkur. Flestu teirra líða undir stórum væntanum frá familju, vinfólki og ikki minst sær sjálvum um eitt próvtøkuúrslit. Stóru væntanirnar hava við sær, at tey gerast fjálturstungin av tankanum um próvtøku, fortelja Elisabeth Holm og Bjørg Róin.

Broyta mið
Á skeiðnum eggja lestrarvegleiðararnir næmingunum til at tosa um teirra royndir av óeydnaðum próvtøkum. Skipað verður eisini fyri ymiskum venjingum, ið skulu vera við til at avmarka próvtøkuóttan. Talan er um andadrátsvenjingar, venjingum at skipa seg rætt, provtøkuvenjingunum og aðrar smærri venjingar.
Eitt av aðalmálunum við skeiðnum er at fáa næmingar at skifta mið.
-Vit royna at fáa næmingarnar at hugsa um tey positivu tingini við próvtøkuni. Heldur enn at hugsa um, hvat tey ikki duga, skulu tey leggja seg eftir, hvat tey duga. Tað er eisini ómetaliga týdningarmikið, at næmingar seta sær realistisk mál við provtøkuni, siga Bjørg Róin og Elisabeth Holm.
Bjørg og Elisabeth læra næmingarnar at fyrireika seg væl undan próvtøkunum, tí stórur partur av próvtøkuóttanum kann beinast burtur við góðari fyrireiking bæði heima og í sjálvari fyrireikingini til próvtøkuna.

Mannfólk tora ikki
Seinastu fimm árini hava millum 40-50 næmingar á Studentaskúlanum í Hoydølum luttikið á skeiðnum. Rættiliga hugvekjandi hevur bert eitt mannfólk verið millum luttakararnar.
-Vit eru báðar lærarar, og vit vita tí fullvæl, at eins nógv mannfólk líða undir próvtøkuótta sum kvinnur. Tað er kortini eitt ella annað við okkara uppvøkstrið og normum, sum ger, at tað er ikki serliga mannligt at vísa ótta fyri nøkrum. Hetta er spell, tí fleiri av teimum høvdu havt gott av einum slíkum skeiði, halda Bjørg Róin og Elisabeth Holm.