Beinið helt

   

Til tað seinasta var tað eitt ivamál, hvørt Helena Dam Poulsen fór at verða før fyri at verja føroyska málið í dystinum móti Ísrael hósdagin.
Ein skaði í fótliðinum hevði argað í tveir dagar, men tá evstamark var at siga frá, hvørjar 12 skuldu á dómaraseðilin, segði Helena seg vera til reiðar. Og lukkutíð fyri føroyska liðið. Helena stóð nevnliga ein branddyst í málinum, har hon átti stóran part av æruni fyri føroyska sigrinum.
Av trygdarávum, so er tó einki at ivast í, at tað fríggjadagin verða Tomma og Fríða Petersen, sum fara at verja føroyska málið. Og so kann leggjast afturat, at talan við hesum helst verður um debut til Tommu.
-jm