Tryggingarviðurskifti
Nógvir ónøgdir tryggingartakarar sita kring landið. Hetta eru fólk, sum hava
mist materiell virðir og fólk, sum eru rakt av ymiskum likamligum skaðum. Eyguni
hava verið vend móti Tryggingarfelagnum Føroyar, sum hevur verið einaráðandi á
tryggingarøkinum í nógv ár. Mong halda seg hava verið fyri vanbýti, tá ið skaði
hendi, og tey væntaðu, at tryggingin tók um endan.
Síðan Trygd sá dagsins ljós, hava fólk havt tveir valmøguleikar, og tí hevur
eisini verið meira kjak millum fólk seinastu árini um tryggingargjøldini og tann
partin, sum tryggingin fevnir um.
Stór gjøld
Tá ið Sp/f FF Bilaleiga, sum samstarvar við útlendska felagið, Hertz, byrjaði at
leiga bilar út í Føroyum fyri trimum árum síðan, vildi felagið hava bilarnar
tryggjaðar.
Uni Danielsen sigur, at teir fyrst vendu sær til Trygd, men felagið vildi tá
helst ikki hava nakað við leigubilar at gera, tí mett varð, at hesir ofta fingu
skaðar.
- Trygd hevði hug at blanda Flogfelag Føroya uppí og vildi helst, at vit høvdu
allar okkara tryggingar hjá teimum. Endin var, at vit tryggjaðu bilarnar hjá
Tryggingarfelagnum Føroyar. Hetta var í byrjanini rættiliga kostnaðarmikið.
Uni sigur, at teir samráddust við felagið um tryggingarnar og fingu umsíðir
upphæddirnar nokso langt niður.
Hann metir, at Bilaleiga í dag rindar einar 6.000-12.000 kr. um árið fyri hvønn
bilin ? alt eftir, hvussu stórur og dýrur bilurin er. Ein sjálvsábyrgd uppá
3.600 kr. fyri hvønn bilin er eisini við í avtaluni.
- Hetta hildu vit ikki vera so heilt galið, tá ið Trygd ikki vísti nakran áhuga
fyri at tryggja bilarnar kortini, sigur Uni.
Nógv bíligari
Sosialurin spurdi eisini bilaverkstaðið, BBR Service í Runavík, hvar teir hava
tryggjað nýggju bilarnar, sum felagið júst hevur keypt.
Rógvi Rasmussen hevur ikki so góðan hug at tosa um hesi viðurskifti, tí BBR
Service samstarvar við Tryggingarfelagið Føroyar um umvælingararbeiði í samband
við bilaskaðar.
Hann váttar tó, at nýggju bilarnir hjá teimum eru tryggjaðir hjá Trygd, tí har
fekk felagið eina nógv betri avtalu enn hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
- Vit gjalda 4.000 krónur um árið fyri hvønn av hesum bilunum, sigur Rógvi
Rasmussen, sum ikki vil koma nærri inn á, hvørja avtalu teir kundu fáa hjá
Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hann sigur, at tryggingarspurningurin hevur verið ein orsøkin til, at BBR
Service ikki hevur keypt nýggjar leigubilar fyrr enn nú.
- Men nú hesi viðurskifti eru rímilig hjá Trygd, ber til at hugsa um nýggjar
leigubilar, sigur Rógvi Rasmussen.
Skifta felag, um
nógv er at spara
Uni vísir á, at vil Trygd nú vita av leigubilum og tryggja hesar nógv bíligari
enn Tryggingarfelagið Føroyar ? og við somu sømdum sum teir, sær felagið,
Bilaleiga, seg noytt til at skifta tryggingarfelag.
- Er nógvur peningur at spara, skifta vit sjálvsagt felag, sigur Uni Danielsen.