Beinagrind funnin í Hoyvíkstjørn

Nú arbeiðið við at endurnýggja Hoyvíkstjørn er komið væl ávegis, hava arbeiðsmenninir funnið mangt og hvat í móruni. Eitt nú komu teir fyri kortum fram á nøkur bein

Menninir hugdu eina løtu eftir beinunum, hildu tey vera av seyði og tveittu beinini síðan aftur í mórudungan, ið var á veg niðan í Húsahagan við lastbilinum. Ein søga sigur annars, at ein maður skuldi verið dottin í Hoyvíkstjørn fyri um 100 árum síðani. Hesa søguna høvdu arbeiðsmenninir ikki hoyrt, tá teir funnu beinini. Men síðan beinini vórðu funnin, hava leysasøgur gingið sum heitt breyð um, at beinagrindin hjá horvna manninum nú er funnin. Men hvussu er og ikki, so halda arbeiðsmenninir framvegis fast við sítt um, at beinini vóru av seyði.
 Higartil hevur løgreglan í Havn einki hoyrt um beinagrindina.