Manchester United er nú fimm fremst í Premier League og 20. Meistaraheitið nærkast í hvørjum. Í kvøld vunnu Sir Alex Ferguson og hansara menn 2-0 á Balckburn. Málini komu ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar í dystinum.
Manchester United var í kvøld á vitjan í Blackburn. Seinast liðini hittust var um ársskiftið, tá Blackburn óvæntað vann 3-2 á Old Trafford.
Manchester United fekk fyrsta møguleikan í dystinum, tá Javier Hernandez rakti stongina eftir flat innlegg úr høgru frá Antonio Valencia. Í hinum endanum royndi Junior Hoilett seg við skoti, sum David De Gea bjargaði. Seinastu minuttirnar mátti bjargaði David De Gea tvær ferðir eftir naskar Blackburn royndir.
Í seinna hálvleiki skifti Manchester United bæði Danny Welbeck og Ryan Giggs inn í eini roynd at fáa hol á. Manchester United trýsti eisini at kalla allan seinna hálvleik, meðan Blackburn royndi at hótta við skjótálopum.
Tíggju minuttir fyri tíð bragdaði, tá Antonio Valencia úr spískum í høgru smekkaði til. Bólturin fór framvið Blackburn máverjanum og í handara síðunet.
Fimm minuttir seinni skoraði Ashley Young eitt eins flott mál, tá hann vendi sær á brotsteigarmarkinum og plaseraði bóltin heilt niðri stongina.
Manchester United hevur nú fimm stig fleiri enn Manchester City og hevur sambært fleiri viðmerkjaranum lættari dystir eftir
Premeir League hetta umfarið:
Blackburn - Manchester United 0-2
Newcastle Liverpool 2-0
Tottenham Swansea 3-1
Aston Villa Chelsea 2-4
Everton WBA 2-0
Fulham Norwich 2-1
Manchester City Sunderland 3-3
QPR Arsenal 2-1
Wigan Stoke 2-0
Wolves Bolton 2-3
Mynd: Getty Images