Nú er luftin í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing so illa dálkað, at myndugleikarnir mæla fólki frá at fara út fyri dyr. Eftir kinesiskum máti er dálkingin millum 30 og 45 ferðir størri enn tað, sum myndugleikarnir hava sett sum hámarkið.
Amerikanska sjónvarpið CNN sigur frá kinesiskum fjølmiðlum, at nógv fólk hava trupulleikar við andadráttinum, og at luftmaskurnar ganga sum heitt breyð í handlunum. Veðurmenninir siga, at ættarskifti verður mikudagin, og at tað fer at hjálpa.
Myndugleikarnir í Beijing hava fleiri ferðir lovað at gera okkurt við ta ógvusligu luftdálkingina, men fólk í býnum siga sambært CNN, at dálkingin bara versnar.
Í fjør var sýnið í Beijing so vánaligt av dálking, at 700 flogferðir máttu avlýsast.