Beiggjar og toppskjúttar

Báðir hava teir tikið ímóti gylta skógvinum. Teir eru beiggjar, og teir arbeiða lið um lið á skrivstovuni hjá Tryggingarsambandinum. Men sunnudagin eru teir mótstøðumenn

Upptakt

Tað stendur Petersen við hampuliga stórum bókstavum undir vónunum hjá ávíkavist NSÍ og EB/Streymi fyri nýbyrjaða kappingarárið. Helgi og Sonni hava báðir tveir sýnt gott máltev í skjótt fleiri ár, og báðir hava teir eisini roynt at tikið ímóti heiðrinum sum besti málskjúttin í føroyskum fótbólti. Kanska eitt sindur sermerkt, at hetta hjá hvørgum teirra var í barndómsfelagnum, NSÍ, men í ávíkavist GÍ og EB/Streymi.

Gongd á málskjótingina
Og meðan Helgi nú aftur er at síggja í Runavík, so er Sonni framvegis partur av liðnum hjá EB/Streymi, har hann í fjør treivst sera væl undir liðini av Sorin Anghel.
Higartil hevur sjúka tó darvað Sonna nakað, og sjálvur heldur hann, at tað skal vera nú, at gongd kemur á málskjótingina.
- Tað sigur seg sjálvt. Eg havi kanska ikki veri á toppinum, men eg havi so verið á vøllinum eina løtu í trimum dystum, og tað er ikki nøktandi, tá einki mál er komið.
Og at NSÍ er mótstøðuliðið. Ger tað ikki uppgávuna eyka spennandi?
- Tað ger tað heilt víst. Tað vilja væl altíð vera serligar kenslur tengdar at slíkum dysti, tí tú kennir mótstøðuliðið somikið væl. Men tað er farið, tá dysturin byrjar. Tað eru fleiri lið, sum liggja við fýra stigum, og so er kravið trý stig, um vit skulu fylgja við, heldur Sonni.
Hjá EB/Streymi er Fróði Clementsen helst tøkur aftur, eftir at hann fekk heilaskjálvta í dystinum móti GÍ fyri tveimum vikum síðani. Einast ivamálini tykjast vera Knút Vesturtún og Egil á Bø, sum báðir hava verið sjúkir í vikuni.

Stig eru kravd
Heldur ikki Helgi hevur verið serliga aktivur higartil í kappingini. Ein lítil vøddaskaði hevur argað nakað, men hetta skuldi nú verið av. Og eisini Helgi er ivaleysur um, at nú skulu stig til.
- Vit vunnu fyrsta dystin, men síðani hevur talan bara verið um eitt stig í tvær vikur, og tí er sigurin eitt krav. Vit vilja vera við frammi í oddinum, og tí skulu trý stig á borðið. Men eg má viðganga, at tað verður ikki lætt. EB/Streymur hevur eitt gott lið, og í fjør taptu vit jú á Eiði, so tað skal í øllum førum stríðast fyri søkini, heldur hann.
Helgi sigur annars, at teir í Runavík hava at kalla allar mans tøkar. Helgi sjálvur og Gert Langgaard hava verið darvaðir av skaðum, men teir eru tøkir aftur. Einasta ivamálið er helst Sjúrður Jacobsen, sum varð skaddur í dystinum móti HB, og sum ikki hevur spælt síðani.