Beiggjar hittast í Løgmanssteypinum

Tá Giza/Hoyvík og HB í kvøld bresta saman í Løgmanssteypinum, eru beiggjar á hvør sínum liði

Fyrsta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið verður í kvøld leikt. Dysturin er millum Giza/Hoyvík úr triðbestu deildini, og mest vinnandi felagið í føroyskum fótbólti yvirhøvur, HB.

 

Tað er eingin ivi um, at HB er ein risa favorittur undan dystinum.

 

Tað sermerkta við dystinum er, at tveir brøður úr Vági skulu dystast ímóti hvørjum øðrum. Símun Samuelsen er leikandi hjálparvenjari hjá HB, meðan yngri beiggin, Jón Samuelsen, spælir á liðnum hjá Giza/Hoyvík.

 

Símun Samuelsen greiddi frá í Sosialinum í gjár, at hann enn ikki hevur hugsað so nógv um, at hann skal møta beiggja sínum, men at tað meira eru foreldrini sum eru í iva um, hvørjum tey nú skulu halda við.

 

Til stuttleikar, kunnu vit eisini greiða frá, at á liðnum hjá Giza/Hoyvík spælir ítróttarredaktørurin í Miðlahúsinum, Tróndur Arge.

 

Dysturin millum Giza/Hoyvík og HB verður leiktur í kvøld klokkan 18:00 á niðara vølli í Gundadali.