Beiggin var fyrstur

Ársins fyrsta barn var ein vestmenningur.

Klokkan 02.22 í morgun, 2. januar átti Eyðgunn Poulsen úr Vestmanna ein son á Landssjúkrahúsinum.

Drongurin var 54 cm langur og vigaði 3280 gramm.

Eyðgunn Poulsen og maðurin Arnbjørn Bjarnarson fóru úr Vestmanna suður á Landssjúkrahúsið nýggjársaftan, tí hon var sett at eiga nýggjársdag.

Í familjuni eru frammanundan fýra børn. Mamman gongur á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, og pápin siglir sum maskinmeistari við einum grønlendskum trolara.

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)