Beiggi er ikki býttur men sálarsjúkur

- Vit fingu ein nýggjan persón í familjuna, tá sonurin gjørdist sjúkur fyri seks árum síðani. Men vit hava eisini eina sorg, tí vit hava mist bróðurin og sonin, sum vit einaferð høvdu, siga tvey avvarðandi hjá einum sálarsjúkum. Í dag blómar sonurin á sín egna hátt

- Tá sonurin knappliga gjørdist sálarsjúkur frá einum degi til annan, broyttist nógv í familjuni, siga tær báðar Bára og Henny.

Samrøðan við tær báðar er partur av eini ritgerð sum Annlis Bjarkhamar hevur gjørt, har hon hevur tosað við 30 avvarðandi hjá sálarliga sjúkum føroyingum.

Henda familjan er ein av mongum sum hevur merkt til fylgjurnar av, at ein í teirra nærumhvørvi hevur fingið einhvørja sálarliga sjúku.

Hóast hesar sjúkur og hesir sjúklingarnir eru merktir av tabu, tøgn og tutli í krókunum vilja tey fegin siga sína søgu undir dulnevni. Eingin ivi man tó vera um, at mong onnur eru í somu støðu sum tey.

Hetta sama hava tær báðar møðgurnar upplivað. Og í samrøðuni lýsa tær á ein sannførandi hátt umstøðurnar hjá tí sjúka og hjá teimum báðum sum avvarðandi.

- Hóast tað gongur spakuliga framá, hómast ein framgongd. Og vónin um, at sonurin fær eitt innihaldsríkt lív er avgjørt til staðar.

- Hann blómar á sín egna hátt, siga tær báðar í ritgerðini, haðani brot úr samrøðuni eru tikin.

Bæði mamman og systurin hava ikki havt trupulleikar av at vera opin um, at tey hava ein sálarsjúkan son og beiggja.


Undarlig og nýggj støða

Tað hendi so knappliga, at tilveran í heiminum hjá Henny og familju hennara broyttist grundleggjandi: Sonurin var vorðin sjúkur, og hóast smá tekin vóru til hetta frammanundan, vardi tað ongan at hann hevði eina so álvarsama sálarsjúku.

- Vit vóru ikki fyrireikaðar, og vistu ikki, hvussu illa stóð til, heldur mamman fyri.

Sonurin hevði verið illa fyri frammanundan, og hon hevði roynt at fingið hjálp til hansara, men til fánýtis.

- Tú kanst gerast rættiliga óð, tá ið hugsað verður um hann, sigur Bára. Vit royndu at fáa hjálp til hansara, men har var einki at heinta – ikki fyrrenn beiggin bráðfeingis mátti innleggjast.

Fyri tey avvarðandi var tað ein skelkur at ásanna, hvussu trupult tað var at koma inn í almennu skipanina. Og tá hann so umsíðir kom inn í hesa skipan, var øll familjan at kalla slept upp á fjall.

- Tað vóru vánaligar umstøður. Har var ongin at venda sær til: Hevði bara onkur verið har at rúma hesi undarligu nýggju støðuni í lívinum.

- Ja, hevði bara onkur traðkað til, uttan at tú sjálvur fyrst skuldi taka stig til tað, heldur mamman fyri.


Følin og sartur

Tá ið sonurin var útskrivaður aftur mátti nógv broytast í gerandisdegnum. Hann búði heima ta fyrstu tíðina, men flutti seinni á stovn.

Í fyrstuni var trupult at seta mørk fyri, hvat hann kundi og ikki, og tey lótu hann stýra rættiliga nógv har heima.

- Hetta var ein trupul tíð, staðfestir Henny.

Samstundis sum hon noyddist at passa arbeiðið sítt og fáa endarnar at røkka saman, mátti hon eisini vísa nógv fyrilit fyri soninum, sum ikki altíð megnaði at rúma øðrum enn sær sjálvum.

Henny setti mangan spurnartekin við, hví støðan gjørdist soleiðis, og um hon kundi havt gjørt okkurt øðrvísi í uppvøkstrinum hjá soninum. Hon gavst kortini við hesum, tí tað broytti einki. Tað gjørdi bara gerandisdagin strævnari enn neyðugt.

- Eg eri nú komin til sættis við, at hann hevur eina sjúku, heldur mamman fyri. – Sjálvandi liva vit í vónini um, at hann fer at megna at fáa eitt gott lív út frá egnum fyritreytum.

Systurin Bára greiðir frá, at tey í byrjanini nýttu nógv tíð at hugsa, um støðan kundi verið øðrvísi um beiggin hevði fingið hjálp beinanvegin, tá ið tey bóðu um hana.

Hinvegin heldur hon, at hann frá barnsbeini hevur verið eitt sindur øðrvísi enn hinir dreingirnir.

- Hann var sera følin og sartur, og hevði eina sera sterka rættvísiskenslu – eina kenslu, sum framvegis liggur djúpt inni í honum.


Ikki býttur

Hesi seks árini hava Henny og Bára lært ein hóp um, hvussu tað er at liva saman við einum sálarsjúkum persóni – og hvussu umstøðurnar hjá hesum bólkinum av sjúklingum.

Eitt av hesum er øll tann stóra nøgdin av heilivági, sum tey eru noydd at taka hvønn einasta dag, og hvussu hetta broytir ein persón likamliga.

- Eg havi onkutíð hildið meg sæð beiggja mín á vegnum, og havi skulað rópt á hann, men so hevur tað víst seg at verið onkur heilt annar, heldur Bára fyri.

Fyri hana er ræðandi at síggja, hvussu rørslur, kropsbygnaður og annað hjá fleiri av teimum sálarsjúku minna um hvørt annað. Eftir hennara sannføring ger heilivágurin sítt til at tey sálarsjúku verða einsrættað.

- Tað er ómetaliga trupult at gerast sjúkur í eini sjúkari skipan, sigur Bára. 80 prosent av viðgerðini er umvegis heilivágin. Hetta er sum eitt val millum pest og kolera.

- Heilivágurin ger, at hann bólgnar upp. Hann verður snøgt sagt doyvdur, og hetta hevur stór kropslig árin sum síggjast væl!

Hon er vitandi um, at beiggja hennara ikki dámar at síggja út soleiðis sum hann ger nú. Men hann kann heldur ikki vera heilivágin fyriuttan.

- Beiggi er ikki býttur. Tvørturímóti. Men hann er sálarsjúkur, sigur hon.




Hvat skal man siga?

Tá sonurin gjørdist sálarsjúkur merkti tað, at hann eisini hevur mist nógv av sínum fyrra lívi.

Tað hevur verið trupult hjá honum at varðveita sambandið við vinirnar, og gerandisdagurin hjá honum sjálvum var vendur upp og niður.

Sjúka hansara er álvarslig, og hevur hann tí havt tørv á sterkum heilivági. Hetta hevur eisini merkt, at hann ikki hevur klárað at búð fyri seg sjálvan ella at hava nakað arbeiði.

- Hann er sera einsamallur, hóast hann er saman við fólki alla tíðina, greiðir mamman frá.

Hon sigur, hvussu trupult tað er at vita, at sonurin er so einsamallur. Eisini setir hann sjálvur spurnartekin við framtíðina, og um hann nakrantíð fer at hava nakra at vera góður við og kunna liva saman við.

Bára sigur, at tað er eisini trupult tá ið fólk, sum kendu hann áðrenn hann gjørdist sjúkur, hitta beiggjan.

- Samrøðan fer ongatíð víðari enn til tað, at beiggi greiðir frá, at hann er sálarsjúkur. Kenningarnir spyrja einki meiri, tí tey helst ikki vita, hvat tey skulu spyrja um, sigur hon.




Vón fyri framman

Hóast sonurin og beiggin livir í djúpum einsemi, er hann ikki for nothing.

Hann hevur megnað at uppbyggja sær sítt egna lív út frá hansara fortreytum. Hann hevur sjálvur leitað sær upp arbeiði, og hevur eisini fingið okkurt at hava ábyrgd av, og sum hann megnar til fulnar.

- Tað er so gott at síggja, at hann sjálvur skapar sær nøkur ting. Hann tekur sær eisini væl av teimum sum hann býr saman við og hjálpir teimum við ymiskum, vísir Bára á.

Bæði mamman og dótturin eru samdar um, at hann er væl fyri og blómar á sín egna hátt. Sjálvar hava tær ikki mist vónina um, at sonurin og beiggin ein dag kann fáa ein góðan bústað, starv og eitt gott og innihaldsríkt lív.

- Tað hevur ein stór framgongd seinastu árini, og tað er munur á, at hann er nógv betur fyri nú.

- Framgongdin hendir spakuliga. Hóast tað eru onkur afturstig, so gongur rætta vegin!