Hergeir Staksberg,
Fyrrverandi sambandsmaður og valevni floksins til síðsta løgtingsval
------
Tá eg hugsi um Danmark, so hugsi eg trý ting: Eitt tað mest liberala landið í heiminum, eitt tað mest framkomna landið, og tað landið, har vælferðarsamfelagið trívist best.
Í míni verð eigur Sambandsflokkurin at endurspegla hesi virðini, men tað er stikk mótsatt: Sambandsflokkurin gongur á odda fyri flatskatti, sum beinleiðis mótarbeiðir vælferðarsamfelagnum. Sambandsflokkurin mótarbeiðir eisini persónliga frælsinum, tá flokkurin gongur við til at parkera etisk mál, heldur enn at fáa tey fram í ljósið. Sambandsflokkurin tekur eisini í stóran mun bíbliuna fram, tá argument skulu leggjast fram. Umframt, at Sambandsflokkurin tíverri er alt annað enn framsíggin. Tískil síggi eg Sambandsflokkin sum eina beinleiðis andsøgn til alt tað, sum eyðkennir virðini hjá Danmark.
Jamen, so er bara at skifta flokk! Men hvønn flokk skal mann velja, tá alternativini til Sambandsflokkin ikki eru nakað frægari? Vit hava bara ein Sambandsflokk ídag, restin er alt loysingarflokkar, so tað er sum at velja millum Atlantic Airways og Atlantic Airways.
Tað, sum ger tað heila eyka keðiligt, er, at vit hava fult av møguleikum fyri at gera Føroyar til eitt betri stað, skapa trivna, skapa búskaparvøkstur og fáa fólkavøkstur. Men av einari ella aðrar orsøk, so hevur hetta ongan áhuga. Hugburðurin í tinginum minnir mest um enskttalandi fuglarnar í Nemo, sum bara hugsa um fisk og eisini bara duga eitt orð: »Mine, mine mine...«.
Tann føroyski hamstarin
Um vit ímynda okkum hamstarin, sum rennur runt í hjólinum, so er tað soleiðis, sum eg síggi politiska systemið í Føroyum. Hamstarin brúkar eina øgiliga orku upp á at renna í hjólinum, men førkar seg ongantíð frameftir. Um vit siga, at hamstarin er tingið og landsstýrið, so er tað eftir øllum at døma nógv stuttligari at brúka alla sína orku upp á at standa í stað, heldur enn at kanna møguleikarnar uttan fyri hamstarabúrið og brúka teir møguleikar, sum finnast uttan fyri búrið.
Sum støðan er í dag, so hava allir flokkarnir sín egna svull at berjast við. Tískil hava vit í grundini tørv á eini kollvelting, har tey gomlu konservativu knettini verða skift út við eina buffét, har tað er pláss fyri øllum sløgum av frískum mati. Har Jesus fær eitt væl uppiborið timeout frá føroyskum politikki. Har tað er samband millum teori og praksis, og har eitt orð er eitt orð, og ryggurin á teimum ráðandi ikki hevur styrkina á einum maðki.