Í bókini er skrivað nakað um Føroyar. Carl P. Behrens hevur verið fleiri ferðir í Føroyum, fyrstu ferð í 1972, tá hann saman við øðrum umboðaði Danmark á ársfundi hjá Heimamissiónini í Føroyum. Hann hevur gjøgnum árini knýtt nógv vinarbond í Føroyum.
Carl P. Behrens var prestur í Ringsted frá 1968 til 1976, og síðan í Nakskov til hann varð pensioneraður í 2004.
-red