Tað er týðiligt, at tað kemur rættiliga óvart á Jóannes Nielsen, at hann nú er í vanda fyri at verða meldaður fyri at hava druknað tveir kettlingar.
- Hetta er vanligi mátin, sum vit hava brúkt nú í rættiliga nógv ár fyri at halda húsdjórastovninum niðri, sigur hann í eini stuttari viðmerking.
- Skal tað nú vera revsivert, má tað vera onkur nýggj siðvenja, sum hevur stungið seg upp, leggur hann afturat.
Men heldur tú so, at hetta er rætti mátin at avlíva djór uppá?
- Eg veit ikki, hvussu druknideyðin er og tað er nokk øgiliga tórført at dokumentera, hvussu tann deyðin følist hjá einum djóri.
- Sjálvandi ber tað til at sláa høvdið í stein og tað er kanska ein virðiligari deyði at fáa enn at drukna. Tað er kanska enntá uppaftur effektivari at svevja eitt djór. Men tá er mann sjálvur involveraður upp á nokk so groteskan mátan.
- Kanska hevur druknideyðin verið so nógv brúktur, tí tað er tann mátin, sum er behagiligast fyri bøðilin, sigur Jóannes Nielsen.
Vit fingu ikki orðið á Katrina Óttarsdóttir, áðrenn evstamark og tað eydnaðist heldur ikki at fáa eina viðmerking frá Kringvarpinum.
Men, so vítt, vit hava fingið uppspurt, eru ongar reaktiónir komnar uttanlands upp á kettlinga-brotið í filminum og ongin hevði væntað, at fyrsta átalan skuldi koma hiðani úr Føroyum.
Soleiðis ger mann ikki
- Hetta ein ringur máti at avlíva djór upp á.
Signar Petersen, djóralækni, ivast ikki í, at tað er brot á djóraverndarlógina at drukna kettlingar.
Hann sigur, at eftir djóraverndarlógini er tað eitt krav at fyribyrgja, at eitt djór ikki pínist óneyðugt, tá ið tað verður avlívað.
- Tann, sum druknar eitt djór, livir ikki upp til hetta kravið, sigur hann.
Hann er greiður yvir, at tað hevur verið vanlig mannagongd í Føroyum at drukna kettlingar og hundahvølpar.
Hann heldur kortini, at nú eiga vit at verða komin eitt sindur longri enn tað,
- Soleiðis ger mann ikki nú á døgum, leggur hann afturat.
Hann staðfestir, at besti og mest pínleysi mátin at avlíva eitt djór, er at fara til djóralækna við tí, har tað verður doyvt, so at tað ikki vaknar aftur.
Men hann heldur kortini, at skal tað vera, er tað frægari at skjóta eitt djór enn at drukna tað, tí tá ið tað er skotið, er tað vekk alt fyri eitt.
Hann heldur eisini, at tað er frægari at sláa høvdið í stein á einum nýlagdum kettlingi, heldur enn at drukna hann.
- Er rætt atborið tá ið ein nýlagdur kettlingur verður sligin í stein, er hann eisini vekk alt fyri eitt, tí tá er skallabeinið so bleytt, at tað tolir lítið av. Í øllum førum missir hann vitið alt fyri eitt.
- Men at drukna ein kettling er í veruleikanum ein tann vánaligasta loysnin, sigur Signar Petersen.
Les eisini greinina: Jóannes Nielsen lagdur undir at pína kettlingar