Beduintjaldið fingið heimsdebut á G!

Av øllum teimum nýggju tiltøkunum á ársins G! festivali er beduintjaldið oman fyri sandin eitt tað sjónligasta.

Danski Loui Andersen Salinas er maðurin, sum stendur fyri beduintjaldinum á G! festivalinum. Hann er samskipari í Bureau Detours, sum hevur til endamáls at skapa kreativar og artistiskar básar til ymsar festivalar og tiltøk.

- Vit eru eitt lið, sum telur fimm fólk, og komu vit til Føroya síðsta mánadag, sigur Loui, ið saman við sínum liði hevur bygt beduintjaldið síðstu átta dagarnar.

- Endamálið við beduintjaldinum er, at fólk skulu koma higar fyri at slappa av og kanska bara taka eina pausu frá ’hektiska’ festivallívinum, sigur Loui.

Tað heila byrjaði í 2007, tá Loui saman við øðrum gjørdi ein alternativan bása á gøtunum í Århus.

- Síðan tá hevur tað bara vundið upp á seg. Í byrjanini máttu vit biðja um uppgávur frá festivalum, meðan nú verða vit so nógv eftirspurd, at vit mugu avvísa fleiri, sigur Loui, ið metir, at tey gera básar til eini 40 tiltøk árliga.

Eitt, sum er heldur serstakt við Bureau Detours, er, at tey ikki gera nakað tvær ferðir.

- G! festivalurin er einasta tiltak í øllum heiminum, ið sleppur at uppliva beduintjaldið. Okkara konstruktiónir er ein blanding av list, arkitekturi og design. Einans hugflogið setir grensurnar, og tí gera vit altíð nýggj ting hvørja ferð, sigur Loui.

Orsøkin, at Loui hevur valt at koma á G! festivalin, er, at hann hevði eina góða uppliving her í fjør.

- G! hevur góðan stíl, og mær dámar væl føroyingar, sigur Loui við einum smíli.