Í Milano er klárt hjá David Beckham at møta gamla felagnum aftur. Tað er nú greitt at David Beckham verður millum teir 11, sum byrja inni hjá AC Milan.
Liðið hjá Milan er: Dida - Antonini, Nesta, Silva, Bonera - Pirlo, Beckham, Ambrosini - Ronaldinho, Pato og Huntelaar.
Sir Alex Ferguson hevur onkrar trupuleikar í verjuni. Nemanja Vidic er ikki við á ferðini, men Rio Ferdinand er klárur og við frá byrjan. Owen Hargreaves og John O?Shea eru langtíðar skaddir, meðan Ryan Giggs ikki er tøkur komandi fýra vikurnar.
Liðið hjá Manchester United er: van der Sar - Evra, Evans, Ferdinand, Rafael - Carrick, Fletcher, Scholes - Nani, Park og Rooney.
Real Madrid vitjar Lyon. Fyri gestirnar er tað gleðiligt, at Cristiano Ronaldo er komin í gongd aftur eftir skaðar og leikbann. Í summar keypti Real Madrid Karem Benzema úr júst Lyon. Benzema hevur verið skaddur í eina tíð, men hevur meldað seg kláran til í kvøld. Guti, Pepe, Rafael van der Vaart, Christoph Metzelder og Jerzy Dudek eru allir skaddir.
Lyon hevur tríggjar skaðar at dragast við. Anderson, Mathieu Bodmer og Francois Clerc eru ikki tøkir.
Báðir dystirnir byrja kl 19.45 í kvøld.










