Enski landsliðsspælarin David Beckham var ikki millum spælararnar, sum byrjaðu á vøllinum, tá ið Real Madrid spældi á útivølli ímóti Getafe fyrsta páskadag. Orsøkin var heilt einføld, at Beckham var settur av liðnum.
- Beckham spældi ikki, tí eg gjørdi av, at soleiðis skuldi tað verða. So vítt eg veit, hevði hann ikki nakran skaða, segði venjarin hjá Real Madrid, Lopez Caro, eftir dystin.
Beckham koma á vøllin í dystinum, sum endaði við javnleiki 1-1, og Lopez vildi ikki vísa aftur, at hann kanska hevði gjørt eitt mistak við at seta Beckham av.
- Eg royni altíð at finna fram til besta liðið, men sjálvandi kann eg gera eitt mistak, segði venjarin.