David Beckham hevði ein fót í báðum málinum hjá LA Galaxy, tá teir í nátt vunnu 2-1 á New York Red Bull og Thierry Henry. Sigurin merkir, at David Beckahm og hansara menn eru í hálvfinaluni í Major League Soccer, sum er besta deildin í Amerika.
Tað var annars Thierry Henry og New York Red Bull, sum komu best frá byrja í seinnu fjórðingsfinaluni, ið varð spælt á Home Depot leikvøllinum hjá LA Galaxy. Thierry Henry sendi Luke Rodgers avstað, sum skoraði.
LA Galaxy, sum vann fyrra dystin 1-0, javnaði stutt fyri hálvleik, tá Mike Magee stútaði eitt David Beckham horna í mál.
Eitt korter fyri tíð varð David Beckham feldur í brotsteiginum og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Fyrrverandi Everton leikarin, Landon Donovan, umsetti til mál. Løtu seinni varð David Beckham skifur út.
LA Galaxy skal í hálvfinaluni spæla móti Real Salt Lake. Fyrri dysturin verður sunnudagin.