Tottenham, sum í løtuni er nummar fýra í ensku kappingini, hevur ætlanir um at fáa David Beckham at spæla fyri seg í nakrar mánaðir, til amerikanska kappingin byrjar aftur.
35 ára gamli David Beckham hevur sáttmála við amerikanska felagið LA Galaxy, men teir ætla sær ikki at forða honum í at gera ein leigusáttmála.
- Hann hevur sagt, at hann fegin kemur at spæla við okkum í Tottenham, sigur managarin, Harry Redknapp.
Hann vil hava eina avtalu skjótt upp á pláss.
- Eg havi givið uppgávuna víðari til onnur í felagnum. Tey skulu tosa við tey, sum neyðugt er at tosa við, sigur Harry Redknapp.
Í desember segði Beckham, at hann var áhugaður í at spæla fyri eitt europeiskt felag fyri at varðveita møguleikan at spæla á enska landsliðnum. Hann segði eisini, at einasta felag, hann hevði hug at spæla við var fyrrverandi felag hansara, Manchester United, men nú hevur hann so skift meining, skriva ensk bløð.