David Beckham er á veg til nýríka franska felagið, Paris Saint-Germain, har hann verður á liðið saman við millum annað Zlatan Ibrahimovic.
Bæði Sky Sports og BBC siga seg vita, at David Beckham skiftir til PSG áðrenn flytingarvindeygað letur aftur í kvøld. 37 ára gamli bretin hevur verið uttan felag síðani sáttmálin við amerikanska LA Galaxy gekk út.
Hann hevur fyrr verið settur í samband við felagið úr París, men nú er so líkt til, at skiftið verður veruleiki. PSG hevur kallað til tíðindafund klokkan 16 føroyska tíð.
David Beckham hevur spælt við Manchester United, Real Madrid, LA Galaxy, AC Milan, umframt at hann í sínum ungu døgnum eitt skiftið var útleigaður til Preston North End.