Enski liðskiparin David Beckham tók eftir dramatiska EM-dystin millum Ongland og Frakland í sunnukvøldið skyldina fyri, at Ongland tapti dystin.
? Í 89 minuttir spældu vit væl, og vit høvdu ikki uppiborið at tapt. Hevði eg skorað upp á brotssparkið, so høvdu vit helst vunnið dystin, segði David Beckham.
Støðan var 1-0 til Ongland, tá ið David Beckham í seinna hálvleiki misnýtti brotssparkið.
Í yvirtíðini eksploderaði dysturin, og Zinedine Zidan skoraði tvær ferðir við deyðbóltum ? fyrst við frísparki og síðani við brotssparki ? og so Frakland vann 2-1.
Hin dysturin í bólki C, sum var millum Kroatia og Sveis, endaði við málleysum javnleiki, og tí er alt framvegis púra opið í hesum bólki.