David Beckham fær ongan ágóðan av lønini, sum hann fær frá PSG teir komandi fimm mánaðirnir. Tær áleið 1,3 milliónir krónurnar um vikuna fara til vælgerðararbeiði millum børnum í París.
Heimskendi bretin hevur í dag gjørt eina fimm mánaðar avtalu við nýríka franska høvðusstaðarfelagið, Paris Saint-Germain.
Á tíðindafundinum segði David Beckham millum annað, at hann hevði tilboð úr Premier League, men at hann ikki kundi hugsa sær at spælt við einum øðrum felagi enn Manchester United í Onglandi.
Hann greiddi eisini frá, at hann valdi PSG tí talan var um eina serliga avtalu. Millum annað fer lønin hjá miðvallaranum til vælgerðararbeiði millum børn í París. Bretskir miðlar siga seg vita, at lønin er áleið 1,3 milliónir krónur um vikuna.