Sunnudagin skoraði David Beckham sítt fyrsta mál fyri italska felagið AC Milan, har hann skal spæla næstu tíðina. Milan spældi ímóti Bologna og vann 4-1. Longu í hálvleikinum var støðan 3-1 til Milan. Í seinna hálvleiki økti David Beckham til 4-1, og so var frøin stór á bæði spælaranum og viðhaldsfólkunum hjá AC Milan.










