Beckham sigur nei til Everton

David Beckham sigur nei til eina leiguavtalu við Everton. - Eg havi stóra virðing fyri David Moyes. Tað havi eg havt síðani vit spældu saman í Preston afturi í 1995. Eg haldi Moyes hevur gjørt tað ótrúliga got sum venjari í Everton, men eg eri Manchester United fjeppari. Eg havi bert eitt heim í Premier League, sigur David Beckham við SkySports.

 

Men Beckham er kortini glaður fyri áhugan. -Tað er altíð stuttligt, tá ymiskir venjarar vilja hava teg at spæla við liðnum hjá sær, óannsæð um tað er talan um eitt longri ella styttri sáttmálaskeið, staðfestir David Beckham.