Føroyskir fiskaútflytarar fáa nú kapping frá sjálvum David Beckham, sum er farin at selja fiskafingrar til børn - Sum pápi veit eg, hvussu trupult tað er at fáa børn at eta rætt. Og sum fótbóltsspælari veit, hvussu umráðandi tað er, at eta rætt. Vónandi kunnu okkara vørur hjálpa barnafamiljunum, sigur David Beckham.
Hann samstarvar nú við framleiðslufelagið GO3 um nýggjar liðugt-vørur til børn.
Millum vørurnar, sum Beckham bjóðar fram, eru fiskafingrar.