Gullfuglurin hjá Manchester United, Cristiano Ronaldo, hevur leingi verið í samband við spanska Real Madrid. Júst hetta skiftið framdi David Beckham 2003, og tískil skuldi hann havt royndirnar, hvat er skeivt og hvat er rætt. Hesar royndirnar ber hann nú víðari til Ronaldo, og sipar til, hvørjum felagi Ronaldo skal halda fram í.
- Hann er í rætta felagnum. Hann hevur ein venjara eftir sær, sum veit hvørjum hann skal eftir. Eg var offur fyri hesum, og eg angri tað, sigur David Beckham við Sunday Express.
Ronaldo kom til Manchester United í 2003, og hevur gjørt tað framúr væl. Hann hevur sáttmála við enska felagið til 2010.










