Windsor Park í Belfast, er vanliga heimavøllur hjá Linfield Football Club, umframt at tað eisini er heimavøllur hjá Norður Írlandi, í gjárkvøldið vóru áskoðararnar vitni til eina sanna málveitslu, tá hetja norður íra, David Healy skoraði »hattrick«. Ongland, við David Beckham á liðnum, vóru á vitjan í París í Fraklandi, og haðani komu teir sum av torvheiðum.
Heiður, æra og látur
Norður írin, David Healy var í just lidna EM-undankapping, sera effektivur. Heili 13 ferðir fann hann vegin fram til netmeskurnar, og er hetta eitt meira enn gamla metið, ið Kroatiski Davor Suker átti. Tað metið setti hann afturi í undankappingini til EM í Onglandi í 1996.
Fyri hetta bragd, hevði Michel Platini, UEFA-forsetin valt at fara til Belfast, at heiðra vandamikla áloyparanum, áðrenn hesin, saman við liðfeløgum sínum skuldu spæla venjingardyst móti Georgia.
Norður Írland vann eisini dystin, og enn einaferð var tað vandamikli Healy, ið gjørdi um seg. Healy byrjaði sum eitt óløgið, og legði skjótt lið sítt á odda 1-0 og seinni eisini 2-0. Beint fyri hálvleik skoraði Nigel Worthington til 3-0, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Tá 55 minuttir vóru spældir fekk Georgia tillutað eitt brotsspark, og ein georgiskur leikari hamraði bóltin á stongina, bólturin sprakk tilvildarliga til Healy, sum í síni roynd, at sparka burtur, kom til at gera eitt sera skemtiligt sjálvmál. Hann fekk veruliga eitt ógloymandi kvøld á Windsor Park.
Dystur nummar 100
Í gjárkvøldið vóru sum kunnugt, eitt ótal av landsdystum, og millum annað spældi Ongland á útivølli móti Fraklandi. Ongland, ið fyri kortum skifti landsliðsvenjaran Steve McLaren út við italiumannin Fabio Capello, hevur ikki fingið bestu hugsandi byrjanina. Teir hava nú spælt tveir dystir, og vunnu bert tepurt 2-1 í fyrsta dystinum. Í gjárkvøldið taptu teir 1-0, og var tað Franck Ribery, ið skoraði frá brotssparksblettinum, tíðliga í dystinum.
David Beckham, sum í eina tíð hevur jakstrað sín landsdyst nummar 100, slap heldur óvæntað at byrja inni í gjárkvøldið. Óvæntað má man siga, tá man í Onglandi hevur ein so evnaríkan leikara sum David Bentley hjá Blackburn. Hvussu er og ikki, so slapp 32-ára gamli Beckham at byrja dystin, og ikki fyrr enn seint í dystinum, varð hann útskiftur. Eftir týðuliga alt ov nógvar minuttir á vøllinum, fyri – at síggja til – so gomul bein, var Beckham útskiftur, eftir at hann hevði verið í verjustøðu allan dystin á tamb, í staðin fyri at vera ein hóttan á høgra vongi, við vandamiklum innleggum. Hetta kom ongantíð til sjóndar, og ger venjarin rætt, so sigur hann takk og farvæl til David Beckham, ið fyrr hevur tænt liðnum so væl, men sum nú bert er at meta sum ein miðalvána leikari. Hetta hevur Ongland ikki ráð til, og eiga heldur at dúva uppá leikarar, ið eru ungir, og sum eru førir at útfordra, heldur enn leikarar, ið gera fleiri lýsingar enn teir spæla dystir fyri lið sítt.
Beckham flutti frá Real Madrid í Spania, til LA Galaxy í Amerika at spæla fótbólt, og ikki óvæntað gjørdist hann skjótt tann mest goldni leikarin í søguni hjá amerikanskum fótbólti.
Stór stjørna á lítlum landsliði
Maltesiska landsliðið spældi eisini dyst í gjárkvøldið, og teir gjørdu veruliga bart, tá teir hamraðu Liktinstein til, við heili 7-1. Merkisvert var, at tann eini leikarin skoraði heili fimm mál. Hesin leikarin, talan er um er Michael Mifsud, ið dagliga spælur við enska liðnum Coventry City, ið spælur í næstbestu ensku deildini, har Blackpool eisini spælur. Sum kunnugt hevur Blackpool ein fyrrverandi føroyskan landsliðsleikara á liðnum, og hvør veit um ikki Claus Bech Jørgensen kundi tilført føroyska liðnum eitthvørt eksplosivt, a la Mifsud hjá Malta.
Tvey av málunum hjá Mifsud í gjárkvøldið komu við brotssparki, og hini bæði maltesisku málini skoraðu Jamie Price og Brian Said. Einsamalla málið hjá Liktinstein skoraði Franz Burgmeier.
Í boks:
Úrslitini frá venjingardystunum í gjárkvøldið:
Eysturríki-Holland 3-4
Hvíta Russland-Turkaland 2-2
Belgia-Marokko 1-4
Bosnia/Herzegovina-FYR Makedonia 2-2
Bulgaria-Finland 2-1
Danmark-Kekkia 1-1
Frakland-Ongland 1-0
Ungarn-Slovenia 0-1
Ísrael-Chile 1-0
Luksemburg-Wales 0-2
Malta-Liktinstein 7-1
Montenegro-Noreg 3-1
Norður Írland-Georgia 4-1
Pólland-USA 0-3
Portugal-Grikkaland 1-2
Rumenia-Russland 3-0
Skotland-Kroatia 1-1
Slovakia-Ísland 1-2
Spania-Italia 1-0
Svøríki-Brazil 0-1
Sveits-Týskland 0-4
Ukraina-Serbia 2-0