Beckham klárur at møta United

Beckham var í fleiri ár ein av ímyndinum av Manchester United. Maðurin við sjeytalinum legði upp til eitt mál fyri og annað eftir. Hann dugdi eisini at finna málið sjálvur, serliga uppá fríspark. Í annaðkvøld skal hann fyri fyrstu ferð spæla móti gamla felagnum. Tað hendir tá núverandi liðið hjá honum, AC Milan, og Manchester United møtast í Champions League.

 

David Beckham segði á einum tíðindafundi, at hetta er fyrstu ferð at hann vónar, at Manchester United fer at tapa. Beckham er greiður yvir, at hann má leggja kenslurnar fyri fyrrverandi felagnum til síðis. Hann sigur seg einki angra í samband við at fara úr Manchester United, og at hann bara hevur góð minnir frá tíðini í felagnum.

 

Um Sir Alex Ferguson sigur Beckham, at hann hevur stóra viðring fyri manninum, ið gav honum møguleikan at gerast fótbóltsspælarari. Tá David Beckham í 2003 skifti til Real Madrid, vildu fjølmiðlarnir vera við, at teir báðir ikki kundu einast. Beckham sigur at líkamikið hvat er blivið sagt og skrivað, so hevur hann bara góð minnir frá tíðini við Sir Alex Ferguson.

 

David Beckham skifti í 2003 úr Manchester United til Real Madrid. Fýra ár seinni skifti hann so til LA Galaxy í USA. Beckham er í løtuni leigaður út til AC Milan á øðrum sinni.