Beckham ikki við bretska OL liðnum

Tað verður uttan David Beckham, at bretska OL liðið, eisini kallað “Team GB”, skal royna at vinna OL gull í London. Liðið kann hava tríggjar leikarar, sum eru eldri enn 23. Teir tríggir verða helst Ryan Giggs, Craig Bellamy og Micah Richards.

 

David Beckham hevur annars spælt ein stóran leiklut rundanum OL leikirnar í London, har hann millum annað er ein av teimum, ið hevur runnið runt við Olympiska eldinum.

 

«Sjálvandi eri eg vónbrotin, men tað verður ongin størri viðhaldsmaður av “Team GB” enn eg, sigur 37-ára gamli David Beckham.

 

Tað hevur annars verið væntað, at David Beckham fór at verða við í hópinum. Serliga er tað leikluturin, sum umboðsmaður fyri leikirnar, ið hava lagt trýst á, Stuart Pearce, venjari hjá bretska OL fótbóltslandsliðnum.

 

«Hann er ein frálíkt umboð fyri OL leikirnar, men tað tryggjar honum ikki eitt pláss í hópinum, sigur Stuart Pearce sambært BBC.