Sambært kaliforniska blaðnum, Los Angeles Times hevur David Beckham nú keypt seg leysan av sínum sáttmála við LA Galaxy, fyri at kunna spæla við AC Milan restina av kappingarárinum.
Fyri eitt endurgjald svarandi til 40 miljónir krónur, sum onglendingurin rindar úr egnum lumma, so er tað eydnast at fáa eina avtalu í lag, sum ger tað møguligt hjá Beckham at spæla við Milan fram til 1. juni.
1. juli er so ætlanin, at Beckham vendir aftur til LA Galaxy, fyri at spæla kappingarárið liðugt yvir í USA.
Sáttmálin hjá Beckham gongur út í november, eftir tað kann hann frítt skifta fótbóltsfelag.










