David Beckam ger nú greitt, at hann ætlar sær aftur til LA Galaxy at spæla, tá ið leigusáttmálin við AC Milan endar. Í fjør umhugsaði Beckham at halda fram í Milan, og tá gjørdist hann ópopulerur í LA Galaxy. Nú eru tónarnir nakrir aðrir.
- Eg kenni meg væl í Galaxy. Hetta verður felagið, har eg spæli, til eg gevist við fótbóltinum. Hjartað bankar fyri LA Galaxy, og familjan er fegin um at búgva í Los Angeles, sigur David Beckham við Skysports.